Fótbóltur

Nú skal tað verða hjá Manchester City

Ein sigur í Istanbul í kvøld tryggjar The Treble og fyrsta Champions League-heitið í søgu felagsins. Inter Milan kann forða fyri hesum við at taka sítt fjórða heitið. Fyrsta bríksl er klokkan 20.

Erling Haaland er toppskjútti í Champions League, og norski áleyparin verður helst ein týðandi maður í finaluni í kvøld (Mynd: EPA)

Erling Haaland er toppskjútti í Champions League, og norski áleyparin verður helst ein týðandi maður í finaluni í kvøld (Mynd: EPA)

2023-06-10 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast Champions League-finalan var á Atatürk leikvøllinum, nakað frá miðbýnum í Istanbul, gjørdist talan um eitt satt fótbóltsdrama. AC Milan var á odda 3-0 í steðginum, hevði eitt nógv sterkari lið, men Liverpool stríddi seg innaftur, skoraði trý mál innan seks minuttir og vann at enda eftir brotssparkskapping. 

Nú, 18 ár seinni, er Milano aftur umboðað í finalu í turkiska høvuðsstaðnum, sum er staðsettur partvíst í Evropa og partvíst í Asia. Inter Milan er í einari Champions League-finalu fyri fyrstu ferð síðani 2010, tá José Mourinho og hansara menn vunnu steypið við sigri á Bayern München í Madrid. Hetta var triðju ferð, at felagið vann fremstu evropeisku kappingina.

Inter hevur eftir bólkaspælið vunnið á tveimum portugisiskum stórfeløgunum og síðani grannunum AC Milan í hálvfinaluni. Á pappírinum hevur Simone Inzaghi ikki eins serkt lið sum Manchester City, og eingin í Inter-hópinum hevur spælt Champions League-finalu áður. City hevur eisini havt stinnari mótstøðu á pappírinum á veg til finaluna: Fyrst tvey týsk feløg - RB Leipzig og Bayern München - og síðani Real Madrid. At enda vunnu Guardiola og hansara menn greitt á bæði Real og Bayern og stórt á Leipzig.

[object Object]
Pep Guardiola hevur vunnið nógv gull við City - millum annað greipuna í Onglandi í ár. Nú bíðar tann helst størsti heiðurin (Mynd: EPA)

[object Object]
Seinast katalanski venjarin vann Champions League var í 2011 við Lionel Messi sum stjørnuspælaranum (Mynd: EPA)

[object Object]
Edin Dzeko, fyrrverandi City-áleypari, skoraði frálíkt mál í fyrru hálvfinaluni í Milano (Mynd: EPA)

Tað er helst eingin ivi um, at tað er ein stór svongd eftir at vinna Champions League í Manchester City. Tað hevur verið málið, so at siga líka síðani Sheikh Mansour og bólkurin í Emiratunum tók yvir fyri 15 árum síðani. Í 2021 var City í finaluni men tapti fyri Chelsea. Eisini hevur talan verið um fleiri tung tap í ymiskum knock-out dystunum síðstu mongu árini.

Ensku meistararnir og steypavinnararnir hava góðskuspælarar á øllum plássum, og menn sum kunnu avgera finalur. City kann gerast fyrsta enska felagið, sum vinnur "The Treble", síðani grannarnir gjørdu tað í 1999.

Inter vann The Treble í 2010. Í ár hava teir í bláum og svørtum vunnið Coppa Italia, og í kvøld snýr tað seg um at royna at krøkja tað heilt stóra steypið heim til Italia fyri fyrstu ferð í 13 ár. Tað skal heilt nógv til, City er stórfavorittur, men alt kann henda í fótbólti - og í Istanbul.

[object Object]
Romelu Lukaku hevur ikki verið í stórformi í hesum kappingarárinum, men belgiski metmálskjúttin, við fortíð í enskum fótbólti, hevur fingið fleiri týðandi mál fyri Inter (Mynd: EPA)

Champions League-finala 2023
Atatürk leikvøllurin, Istanbul - leygarkvøldið 10.06
20.00: Inter Milan - Manchester City

Sjónvarp: 3+ og Viaplay

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder