Fótbóltur

Nú skal triðja uppflytingarliðið finnast

Aston Villa og Derby hittast á Wembley í tí sum verður kallað ríkasti dystur í heimsítrótti.

2019-05-27 13:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norwich og Sheffield United verða at síggja í Premier League komandi kappingarár, og í dag skal triðja liðið finnast.

Tað eru Aston Villa og Derby, sum hittast í Championsship Play-Off Final á Wembley Stadium klokkan 15, í tí, sum verður kallað fyri ríkasti dysturin í heimsítrótti. Vinnarin fær ikki minni enn 170 milliónir pund, sum er tríggjar ferðir meir enn vinnarin av Champions League, Premier League og FA Cup tilsamans. Samanlíkna vit við annað ítrótt, fær vinnarin av Super Bowl 6,25 mió. dollarar, vinnarin av NBA Finals 3,3 mió. dollarar, og vinnarin av World Series 30,4 mió. dollarar.

Umframt at vinna nógva peningin, verður vinnarin at síggja í Premier League komandi kappingarár. Triðja liðið, sum flytur upp í Premier League verður funnið gjøgnum hálvfinalur og finalu millum liðini, sum endaðu nummar 3 til 6 í næst bestu ensku deildini.

Aston Villa, sum endaði nummar fimm í deildini, spældi fyrst hálvfinalur móti West Bromwhich Albion, sum endaði nummar fýra. Fyrra hálvfinalan endaði við 2-1 heimasigri til Aston Villa, meðan seinni dysturin endaði við 1-0 sigri til West Brom. Dysturin fór heilt til brotssparkskapping, har Aston Villa sigraði 4-3.

Derby, sum endaði á sætta plássi í The Championship, spældi hálvfinalur móti Leeds, sum endaði nummar trý. Leeds vann fyrra dystin 1-0 í Derby, og sá tí út at hava ein góðan møguleika at spæla seg í finaluna. Men í einum sera undirhaldandi dystin, har millum annað tvey reyð kort vórðu givin, vann Derby 4-2.

Til stuttleikar kann nevnast, at tað eru tvær fyrrverandi Chelsea-legendur, sum bresta saman í dag. Frank Lampard er høvuðsvenjari hjá Derby, meðan John Terry er hjálparvenjari hjá Aston Villa.

Dysturin verður spældur kl. 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder