Fyri trimum vikum síðani vórðu 1.156 landsliðspakkar settir til sølu við atgongumerki til allar heimadystirnar hjá landsliðnum í heyst, men nú koronatilmælini eru broytt, verða fleiri atgongumerki sett til sølu á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum.
Frá týsdegnum 10. august klokkan 12 verða fleiri atgongumerki sett til sølu, og verður møguleiki tá at keypa til hvønn einstakan dyst.
Í fyrstu atløgu er talan um atgongumerki til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova, sum vera á Tórsvølli ávikavist 1., 4. og 7. september. Allir dystirnir byrja klokkan 19.45.
Hendan broytingin merkir samstundis, at sølan av landsliðspakkum endar á midnátt í kvøld. Sølan hevur annars gingið væl, og í løtuni hava umleið 900 fjepparar ognað sær “Landsliðspakkan”, upplýsir Fótbóltssambandið á heimasíðuni.
Sølan av atgongumerkjum er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.
Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november, verður kunnað um seinni.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald