- Tá Mjølnir kom úr pottinum søgdu vertirnir í sjónvarpaða lutakastinum, at hetta var “history in the making for both club and country”, tí hetta er fyrsta altjóða luttøkan nakrantíð fyri eitt føroyskt flogbóltsfelag.
Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya í dag, í samband við at lutakastið til fyrsta umfar í Challenge Cup hjá CEV hevur verið í dag. Felagið úr Klaksvík valdi at melda nógv vinnandi mansliðið til eftir enn eitt meistaraheitið - og eina greipu - og nú er greitt, hvørjum Mjølnir skal spæla móti.
Mjølnir var ikki styrkismett og kundi tí møtt 16 styrkismettum liðum úr stórum parti av Evropa. Millum hesi vóru Forde VBK úr Norra og Akaa Volley úr Finnlandi.
Út frá einum fíggjarligum sjónarhorni var kanska heppið, at mótstøðuliðið úr Niðurlondum kom úr pottinum, staðfestir FBF.
Tað liðið eitur Numidia VC Limax Linne og endaði á einum 4. plássi seinasta kappingarár í hollendsku Eresdeildini.
Dystirnir verða spældir síðst í oktober/fyrst í november - ein heima og ein úti. Tann fyrri dysturin er ásettur at vera í Føroyum ein av døgunum 24.- 26. oktober. Útidysturin verður millum 31. oktober og 2. november.
Mjølnir hevur heimavøll fyrst og skal nú saman við hollendska liðnum leggja dystardagarnar heilt fastar, skrivar Flogbóltssambandið, ið samstundis staðfestir, at tað verður á sínum vanliga heimavølli, at Mjølnir fer at spæla.
- Í síðstu viku varð Badmintonhøllin góðkend til hesar dystirnar, so í oktober verður altjóða flogbóltur í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald