Fótbóltur

Nummar fjúrtan hjá Real Madrid

Vinicius Junior og Courtois vóru teir mest avgerandi í París, tá Carlo Ancelotti gjørdist mest vinnandi venjarin í Champions League-søguni, og Liverpool annað vikuskifti á rað endaði við silvurheiðursmerkjum.

Vinicius Junior gjørdist dystaravgerandi fyri Real Madrid í finaluni (Mynd: EPA)

Vinicius Junior gjørdist dystaravgerandi fyri Real Madrid í finaluni (Mynd: EPA)

2022-05-28 23:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var nakað av órógvi í Saint-Denis fyri nøkrum tímum síðani, ið førdi til, at avspark í Champions League-finaluni varð útsett í beint yvir hálvan tíma. Tað snúði seg millum annað um, at nógvir áskoðarar høvdu fingið følsk atgongumerki, og at summi royndi at sleppa sær inn. Franska løgreglan nýtti millum annað táragass - sambært Sky Sports og eygnavitnum var hetta fullkomiliga óneyðuga.

Tá so dysturin byrjaði, var tað ikki óvæntað at síggja, at Liverpool hevði leikliga yvirvág og trýsti meira á. Real Madrid var meira í verjustøðu og hevði ikki eitt skot uppá mál í fyrra hálvleiki - tó fekk Benzema bóltin í málið, men tað varð dømt sum rangstøða og eftir langa VAR-kanning staðfest. Salah, Mané og hinir royndu seg, men tá teir raktu málið, stóð Thibaut Courtois fyri. Belgiski málverjin var ógvuliga stinnur í kvøld.

Tá Real Madrid fyrstu ferð veruliga royndi seg, gav tað úrslit. Tá ein tími varð leiktur kom Federico Valverde ígjøgnum í høgru, har leikarin úr Uruguay óvæntað spældi og kom ógvuliga væl frá tí. Hann legði innfyri, og við aftaru stong var Vinicius Jr. til reiðar við góðari renning í ryggin á Trent Alexander-Arnold, ið ikki fylgdi við. 
Vinicius var tryggur, og hetta var einastu ferð í dystinum, at Real Madrid rakti málið. 

Sponsku meistaranrir spældu tó meira við í seinna hálvleiki og tyktust seinast hálva tíman at hava gott tamarhald á dystinum, hóast Liverpool í løtum trýsti væl. Størsta møguleikan fekk Salah, ið tók bóltin sera væl niður, trekti væl, men eins og fyrr í hálvleikinum, tá Salah royndi seg, var Courtois sum ein køttur og stóri málverjin var ógvuliga tryggur. Verjuparturin hjá liðinum hjá Ancelotti var eisini støðufastur, og nógvu royndirnar hjá liðnum komu til góðar. 

Hetta var Champions League heitið nummar 14 hjá Real Madrid, og nú hevur felagið úr spanska høvuðsstaðnum tvífalt so nógv av slagnum sum liðið, ið hevur næstflest (AC Milan) Liverpool kom ikki uppá nummar sjey, og jagstrainin eftir steypum í ár endaði harvið við einum vónbroti. Hetta var Champions League-steyp nummar fýra hjá Carlo Ancelotti sum venjari. Eingin annar venjari hevur vunnið stóru kappingina so ofta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder