Fótbóltur

Nummar níggju tryggjaði teimum níggju sigurin í yvirtíðini

Mál nummar 200 hjá Pálli Klettskarð í Betrideildini helt KÍ í oddastríðnum. EB/Streymur hevði gyltan møguleika í Klaksvík - Ónøgd er millum annað við hjálpardómara.

Toppskjúttin í Betrideildini, Páll Klettskarð, gjørdist aftur hetjan fyri KÍ í dag. Har var drama, og har vóru umstríddar støður í Klaksvík - EB/Streymur burdi fingið okkurt burturúr hesum dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Toppskjúttin í Betrideildini, Páll Klettskarð, gjørdist aftur hetjan fyri KÍ í dag. Har var drama, og har vóru umstríddar støður í Klaksvík - EB/Streymur burdi fingið okkurt burturúr hesum dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-25 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millum teir báðar playoff-dystirnar móti HJK Helsinki, spældi KÍ í dag ikki nakran góðan heimadyst, kom í undirtal og tað var heilt nær við, at EB/Streymur fór úr Klaksvík við øllum. Ístaðin fekk KÍ brotsspark, øll trý stigini og er nakað nærri HB og Víkingi, sum bæði spæla týsdagin.

21. sigurin á rað hjá KÍ móti EB/Streymi var harðvunnin og eisini heppin í sín mun. Uttan sjúka Árna Frederiksberg og fleiri skaddar/spardar spælarar skapti heimaliðið millum lítið og einki fyri steðgin. EB/Streymur hevði størsta møguleikan fyrstu 45 minuttirnar, tá KÍ bjargaði á strikuni, men í yvirtíðini sendi Jóannes Kalsø Danielsen bóltin væl inn í EB/Streyma-brotsteigin. Dagsins KÍ-liðformaður fann Mads Boe Mikkelsen, ið hegnisliga tók bóltin við sær og skoraði trygt. Fyrsta málið síðani 1. umfari hjá Mads, ið hevur verið nógv skaðadarvaður.

Fleiri hjá EB/Streymi vóru ónøgdir í sambandi við málið: Onkur vildi vera við, at bólturin var komin í armin hjá Mads, beint áðrenn hann skeyt, og flaggið hjá danska hjálpardómaranum var eisini á lofti heilt stutt. Hann koyrdi tað tó niður aftur - nakað sum vanliga ikki skal gerast - men helst hevur hjálpardómarin hildið, at bólturin varð snittaður av KÍ-spælara, so at Mads Mikkelsen var rangstaddur. Bólturin kom tó í høvdið á spælara hjá EB/Streymi.

[object Object]
Mads Boe Mikkelsen er komin fyri seg. Miðvallarin spældi fyrra hálvleik í dag og skoraði eisini einasta málið í hálvleikinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Níggju KÍ-spælarar á vøllinum til dramatiska endan

Nevndi hjálpardómarin var gestadómari úr DBU saman við dómaranum inni á vøllinum. Talan er um samstarv, sum FSF hevur við norðurlendsku fótbóltssambondini. Í 62. minutti vísti danski "høvuðsdómarin" Albert Ejupi av vølli. Teir komu í miðdepilin í dag, men hetta sá út til at vera heilt røtt avgerð. Royndi KÍ-miðvallarin hevði fingið gult kort tíggju minuttir frammanundan, og yvirsatsaði av álvara í støðu mitt av vøllinum - líknandi sum tá René Shaki Joensen fekk seinna gula kortið á Tórsvølli hóskvøldið. Ein ógvuliga óneyðug atgerð hjá Ejupi, ið takklaði Virgar Jónsson hart og setti lið sítt í truplari støðu.

Eins og í dystinum móti HJK hóskvøldið, skuldi KÍ spæla í nógvar minuttir í undirtali, og nátúrligt var at EB/Streymur fekk meira spæl. Sigfríður Clementsen setti bæði Boubacar Dabo og Jens Erik Bruhn á vøllin, og hetta gav úrslit í 77. minutti, tá fyrrnevndi við hørðum innleggi úr høgru fann síðstnevnda. Dabo var kaldur og javnaði. Hetta var eftir gott álop hjá EB/Streymi.

Nú fóru bæði liðini eftir sigrinum. KÍ er á 3. plássi og kundi ikki nýta javnleik til nakað, hóast man var í undirtalið. Nakrar støður vóru. Fysti stútaði Bergur Poulsen hjá EB/Streymi dygst framvið, og í næsta álopinum var tað nær við, at René Shaki Joensen legði KÍ á odda aftur. Hann rakti tó stongina. 

Beint áðrenn yvirtíðina noyddist innskfti Jonn Johannesen av vøllinum aftur - við børu. Ein keðilig støða og hon merkti millum annað, at tað var 9 móti 11 teir seinastu áleið átta minuttirnar. KÍ blakaði kortini so at siga allar fram, men tað gav EB/Streymi pláss, og útiliðið hevði eisini bóltin í KÍ-málinum í yvirtíðini. 

Hesaferð legði Dabo yvirum til Jens Erik Bruhn, sum als ikki rakti bóltin væl. Hann rakti tó Emil Weihe Joensen, og bólturin síðani víðari í málið. EB/Streyms-spælararnir vóru byrjaðir at fegnast, men so kom flaggið hjá hjálpardómaranum undir Atlantis aftur upp. Í hesum førinum varð tað verandi uppi, tí hann metti Emil at vera í rangstøðu. Útfrá sjónvarpsmyndunum ber ikki til at endaliga staðfesta hetta, men tað sær út sum, at ein KÍ-verjuspælari er beint innanfyri, og at dómurin mest sannlíkt var skeivur.

Til ber at síggja støðurnar og hæddarpunkt annars á tv.fo

Tað gingu bert nøkur sekund, til peikað varð á brotssparksblettin í hinum endanum. Her varð mett, at Andras Olsen koyrdi Kristoffer Ødemarksbakken um koll. Norðmaðurin var farin til stroks og datt lætt. Danski dómarin var tó ikki í iva. og so tók Páll Andrasson Klettskarð av. 9'arin hjá KÍ tryggjaðu teimum níggju og KÍ ein kærkomnan sigur, og var hetta við Betrideildarmáli nummar 200 hjá Pálli. 34-ára gamli áleyparin hevur spælt 345 dystir.

Liðið hjá Espen Haug er trý stig aftanfyri HB og seks stig aftanfyri oddaliðið Víking (ein dyst færri enn KÍ.). Tey bæði liðini frammanfyri KÍ spæla týskvøldið - móti ávikavist NSÍ og B36 á útivølli. KÍ-hópurin fer til Finnlands í morgin, har ársins størsti dystur hjá liðnum er at skránni. Tað snýr seg um at spæla seg í deildarspæli (bólkaspælið) í Conference League. Tað er 2-2 eftir fyrra dystin.

Hjá EB/Streymi var tað ein smeitur ikki at fáa stig í støðuni. Tað hevði hjálpt liðnum ógvuliga væl í botnstríðnum - um tað varð 1-2 heldur enn 2-1.

Betri deildin menn 20. umfar

Í dag, sunnudagin 25.08
KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
45 (+1)' Mads Boe Mikkelsen 1-0
77' Boubacar Dabo (Jens Erik Bruhn) 1-1
90 (+8)' Páll Andrasson Klettskarð, br. 2-1

Reytt kort: 62' Albert Ejupi (seinna gula)

Sí meira um dystin her

Fríggjadagin 23.08
Skála - ÍF 3-3 (2-1)
8' Maxwell Effiom (Atli Djurhuus Petersen) 1-0
24' Maxwell Effiom 2-0
42' Peter Ullum (Jákup Andrias Thomsen) 2-1
54' Uros Stojanov (Símun Kalsø) 2-2
71' Maxwell Effiom (Marjus Nón) 3-2
83' Peter Ullum 3-3

Í gjár, leygardagin 24.08
07 Vestur - B68 2-0 (1-0)
37' Emil Grønn Pedersen 1-0
73' Jónas Prior 2-0

Reytt kort: Jóhan Josephsen 30' (beinleiðis reytt kort)

Týsdagin 27.08
18.30
B36 - Víkingur
NSÍ - HB

[object Object]

Dagført: 18.28

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder