Hondbóltur

Nummar tvey og trý hittast á Hálsi í kvøld

Neistin kann yvirhála H71 í kvøld; lagt er upp til ein spennandi dyst.

H71 og Neistin hittast í Stóhøllini á Hálsi í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

H71 og Neistin hittast í Stóhøllini á Hálsi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-19 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum spæla topp-fýra liðini í SMS deildini innanhýsis dystir. Í kvøld eru tað tær bláu úr Havn, ið taka ímóti H71. 

Hoyvíkskvinnur eru seks stig aftanfyri VÍF eftir tepra ósigurin í sera spennandi dystinum í Vestmanna sunnukvøldið. Neistin er beint í hølinum á H71 og kann vinna seg frammum við einum sigri í kvøld. H71 hevur tó møguleikan at økja til trý stig.

Neistin spældi fyri tíggju døgum síðani ímóti Stjørnuni og skapti við einum sigri frástøðu til liðið úr Klaksvík, ið royndi at nærkast topp-fýra. Tá skoraði Sofie Søberg heili 12 av teimum 20 málunum hjá Neistanum.

H71 vann á Neistanum, tá liðini hittust í september, men miðskeiðis í november gjørdist Neistin fyrsta liðið sum vann á H71 í kappingarárinum. Neistakvinnur vunnu tá við einum málið á Hálsi, og tað kann aftur gerast talan um ein javnan dyst í kvøld. 

Fyrsta bríksl er klokkan 18.00. 

Støðan í SMS-deildini:
1. VÍF (20 stig)
2. H71 (14 stig)
3. Neistin (13 stig)*
4. Kyndil (13 stig)*
5. Stjørnan (9 stig)
6. StÍF (1 stig)

*Ein dyst færri

(Í morgin kl.14.00: VÍF - Kyndil) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder