Fótbóltur

Nuno Santo skal venja Tottenham

Og Rafael Benitez verður nýggjur venjari í Everton.

Nuno Santo (Mynd: EPA)

Nuno Santo (Mynd: EPA)

2021-07-01 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska fótbóltsfelagið Tottnham Hotspurs hevur nú funnið avloysaran á venjarastólinum fyri portugisan Jose Mourinho. Tað verður landsmaður hansara, fyrrverandi Wolverhampton-venjarin Nuno Espíriton Santo.

Mourinho misti starvið í apríl mánaði, og síðan hevur Ryan Mason verið fyribils venjari í Tottenham.

Seinastu tíðina hevur Tottenham verið sett í samband við fleiri venjarar, eitt nú Gennaro Gattuso og Paulo Fonseca. Men í gjár fall valið so upp á pláss.

Nuno Santo og Tottenham hava skrivað sáttmála galdandi til 2023.

Áðrenn Nuno Santo kom til Wolverhampton í 2017 við góðum úrslitum, hevði hann venjararoyndir frá Portugal og Spania.

[object Object]
Benitez (Savnsmynd: EPA)

Benitez til Everton
Eisini eitt annað óvænta venjaraskifti hendi í Onglandi í gjár, tá Everton FC boðaði frá, at felagið hevur gjørt trý ára sáttmála við Rafael Benitez.

Everton hevur eisini verið uttan venjara, síðan Carlo Angelotti boðaði frá, at hann fer aftur til spanska stórfelagið, Real Madrid.

Spanski venjarin hevði frá 2004 og seks ár fram nøkur góð ár í grannafelagnum Liverpool FC. Síðan Benitez gavst í Liverpool í 2010, hevur hann eitt nú roynt seg í Inter, Napoli, Real Madrid, Newcastle United og hesi seinastu árini hevur hann verið venjari í kinesiska felagnum Dalian Pro FC.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder