Fótbóltur

Nýggj og frísk nøvn við - royndir profilar ikki við

Hesaferð eru 22 mans úttiknir, og hóast A-landsliðshópurin til dystirnar móti Spania og Norra sær spennandi út, so mangla týdningarmiklir leikarar.

Meinhard Olsen sæst rennandi her saman við nøkrum av royndu profilunum á landsliðunum til landsliðsvenjing í november (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Olsen sæst rennandi her saman við nøkrum av royndu profilunum á landsliðunum til landsliðsvenjing í november (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-28 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun kunngjørdi Lars Olsen á tíðindafundi í FSF-húsinum, hvørjir leikarar koma at vera í føroyska hópinum til komandi EM-undankappingardystirnar á heimavølli móti Spania og Norra. Landsliðsvenjarin avdúkaði nøvnini og segði stutt eitt sindur um so at siga hvønn leikara. Talan er um eina blanding av eldri, royndum kreftum og so yngri leikarum. Tveir eru við fyri allarfyrstu ferð og tveir hava verið við fyrr, men hava ikki verið á vølli fyri A-landsliðið. Hesaferð eru 22 leikarar uttiknir - seinast vóru 20:


Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson (HB), Karstin Hansen (Skála), Kristian Joensen (KÍ)

Verjuleikar: Atli Gregersen (Víkingur), Odmar Færø (Ham Kam), Viljormur Davidsen (Vejle), Magnus Egilsson (HB), Gilli Rólantsson Sørensen (Brann), Andrias Høgnason Eriksen (B36)

Miðvallarar: Heini Vatnsdal (Fremad Amager), Rene Shaki Joensen (Grindavík), Hallur Hansson (Horsens), Brandur Hendriksson Olsen (FH), Rógvi Baldvinsson (Bryne), Kaj Leo í Bartalsstovu (Valur), Árni Frederiksberg (B36), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Meinhard Egilsson Olsen (Kristiansund), Jákup B. Andreasen (KÍ)

Áleyparar: Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ), Jákup Ludvig Thomsen (FH), Jóannes Bjartalíð (KÍ)

Gunnar Nielsen breyt hondina í tveimum støðum fyrr í mánaðinum, og Lars Olsen greidd frá, at nú skrúðirnar júst eru tiknar út, skulu helst fýra vikur til afturat, áðrenn Gunnar er tøkur. Harvið skal nýggur maður verja stengirnar í komandi dystum. Kristian Joensen er úttikin ístaðin fyri Gunnar Nielsen, men tað er Teitur Gestsson, ið er favorittur at spæla komandi dystirnar. HB-málverjin hevi eitt frálíkt kappingarár í fjør og hevur verið við í fleiri. Landsliðsvenjarin vildi tó ikki koma nærri inná hetta, tá hann varð spurdur í dag.

Les meira: Ivasamt hvør skal standa í málinum

Andrias Eriksen er nýggur verjuleikari í hópinum. 25-ára gamli B36 leikarin hevur fyrr verið liðformaður á U21-landsliðnum. Hann er nú úttikin á fyrsta sinni, og sambært Lars Olsen er Andrias við sum miðverji men eisini sum back-up til plássið á høgra bakki. Sonni Ragnar Nattestad var ein profilur fyrstu árini á landsliðnum, men hetta er nú aðru ferð á rað, at høgi miðverjin ikki er við. Sonni Ragnar hevur síðani skiftið til Fredericia spælt lítið; smáskaðar o.a hava lagt honum meinbogar í vegnum. Lars segði, at orsøkin mest var manglandi spælitíð, og at hann hevði tosað við Sonna Ragnar, men ikki vildi koma nærri inn á tað.

Sí eisini: - hetta er ein dreingjadreymur

20-ára gamli Jákup Biskopstø Andreasen er við á fyrsta sinni. Miðvallarin er hóast sín unga aldur liðformaður og ein lyklaleikari hjá teimum bláu og hevur snodda til A-landsliðið í eina tíð. Hann skal spæla við U21-landsliðnum 6. juni móti Kasakhstan á Svangaskarði, og síðani kemur hann inn í A-landsliðhópin. Tvey spenanndi álopskend kort eru við aftur: Jóannes Bjartalíð og Meinhard E. Olsen vóru báðir við í Aserbadjan og á Malta, men komu ikki á vøllin. Jóannes var eisini við i Andorra í 2017 men sat eisini har á bonkinum allan dystin. Fyrrnevndi hevur havt eitt sera gott kappingarár við KÍ higartil; Meinhard er komin væl í gongd í Kristianssund.  

[object Object]
(Jóannes Bjartalíð til landsliðsvenjing á Malta í apríl - Mynd: Sverri Egholm) 

Profilurin í álopspartinum er ikki við hesaferð. Jóan Símun Edmundsson noyddist at gevast undir upphitingini á Malta orsakað av knænum, og toftamaðurin hevur framvegis trupulleikar við tí. Lars Olsen segði á tíðindafundinum, at sambært Jóan Símuni so hevur hann havt pínu, hóast hann hevur spælt nógv í seinastuni, og nú snýr tað seg um at fáa hann heilt frískan.

[object Object]
(Jóan Símun Edmundsson fer her út av Ta'Qali tjóðarleikvøllinum á Malta við bindi á knænum, ið framvegis darvar hann - Mynd: Sverri Egholm) 

58-ára gamli venjarin hjá Føroyum staðfesti annars, at Føroyar ikki fingu nakra góða byrjan uppá EM-undankappingina. Danin var tó meira nøgdir við 4-1 tapið í Rumenia enn 2-1 tapið á Malta. Lars Olsen staðfesti eisini,  at Spania verður eitt ógvuliga torført mótsstøðulið, og at talan verður um ein dyst, har Føroyar koma at renna nógv aftaná. Dysturin móti Norra er ein dystur, har Lars Olsen og hansara menn hava ein meira relistiskan møguleika at fáa nakað burturúr. Føroyar spæla fríggjadagin 7. juni móti Spania og mánadagin 10 mars móti Norra.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder