Fótbóltur

Nýggi KÍ-venjarin havt fyrstu venjingina

Stóru úrslitini í fjør eiga at geva blóð á tonnina til meira, heldur nýggi venjarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-22 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: KÍ)

Síðani KÍ-hópurin seinast hevði eina vening í Djúpumýru hevur Magne Hoseth stungið í sekkin, og nýggjur norðmaður hevur yvirtikið ovastu leiðsluna.

Haakon Lunov hevði í dag fyrstu venjingina í Djúpumýru, og hann fekk eisini heilsað uppá allar leikararnar og venjaratoymið.

- Stóru úrslitini í fjør eiga at geva blóð upp á tonnina til meira. Og tað er eisini mín fatan at man vil í felagnum. Man er ikki mettur, man er svangur eftir meira, sigur Haakon Lunov við Facebooksíðuna hjá KÍ.

Trý ára sáttmáli er gjørdur við norðmannin, sum seinast hevur verið venjari í triðbestu norsku deildini.

Sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, fer KÍ-hópurin til Portugal á venjaralegu tann 30. januar.

Landskappingin hjá monnum byrjar vikuskiftið 9. og 10. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder