Fótbóltur

Nýggj vitan um kvinnur í úrvalsfótbólti

Nýggj føroysk gransking vísir, at ymiskir vøddafysiologiskir tættir avgera kropslig avrik í úrvalsfótbólti hjá kvinnum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-28 16:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggj gransking, sum hevur týdning fyri kropsliga venjing hjá úrvalsfótbóltsspælarum, kom alment fram í hesi vikuni. Greinin, sum kom út týsdagin, eitur "Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players", og hon varð almannakunngjørd í arbeiðsfysiologiska tíðarritinum, "Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sport", sum hevði eina serútgávu um úrvalsfótbólt hjá kvinnum.

Rithøvundarnir eru Magni Mohr frá Fróðskaparsetrinum, sum er fyrsti rithøvundi og verkætlannarleiðari, umframt Ioannis G. Fatouros, Athanasios Z. Jamurtas, Dimitrios Draganidis, Martin Thomassen, Christina Ørntoft, Georgios Ermidis, Georgios Loules, Dimitrios Batsilas, Athanasios Poulios, Konstantinos Papanikolaou, Morten B. Randers, Peter Krustrup og Lars Nybo.

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum Setrið, Syddansk Universitet, University of Thessaly og Københavns Universitet.

Granskarnirnar hava á fyrsta sinni kannað sambandið millum vøddafænotypu, kropsligar førleikar og ymisk sløg av kropsligum avriki í veruligum úrvalsfótbóltsdystum hjá kvinnum.

Granskingarverkætlanin, sum varð gjørd í Trikala í Grikkalandi, kemur við nýggjari vitan um sambandið ímillum avrik á vøllinum í dystum í úrvalsfótbólti hjá kvinnum og ymiskar vøddafysiologiskar skipanir. Henda vitanin er grundleggjandi fyri munadyggari kropsligari venjing hjá kvinnuligum úrvalsbóltleikarum, skrivar Granskingarráðið.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder