Fótbóltur

Nýggja graslíkið á Tórsvølli klárt at taka í nýtslu

Á lítlari samkomu seinnapartin handaðu teir báðir, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Christian Andreassen, FSF-forseti, vøllin.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-08-11 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er nýggja graslíkið á Tórsvølli klárt at taka í nýtslu. Á lítlari samkomu seinnapartin handaðu teir báðir, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Christian Andreassen, FSF-forseti, vøllin.

Graslíkið og stoytdoyvingarlagið á Tórsvølli varð seinast gjørt í 2012, og nú, níggju ár seinni er alt gjørt av nýggjum. Tað hevur sostatt hildið sera væl – vallarmerkið er tað sama, Polytan, og veitari er Metatron.

Eisini eru gjørdar tillagingar av sprinklaraskipanini á Tórsvøll, so hon kemur at virka betri. Arbeiðstakari hevur verið Grettir.

Harumframt er gjørt ymiskt asfaltarbeiði við vøllin, sum rakstrardeildin hjá kommununi hevur staðið fyri.

Vøllurin hevur júst fingið góðkenning sambært FIFA Quality Pro, og sambært vallarreglugerðini hjá FSF, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ráðgevi í sambandi við alla verkætlanina hevur verið LBF, og í verkætlanarbólkinum hava sitið umboð fyri Tórshavnar kommunu og umboð fyri Fótbóltssambandið.

Heðin Mortensen segði, at nú er aftur klárt at fara undir eina røð av altjóða dystum í heyst. Og longu í annaðkvøld spælir HB móti ísraelska liðnum Maccabi Haifa – og eisini verða heilir fimm A-landsdystir hjá monnum í heyst.

- Ovari vøllur varð skiftur í juni og niðari er komin somikið áleiðis, at nýggja stoytdoyvingalagið er nærum liðugt at leggja á.

- Hetta er okkara tjóðarleikvøllur, sum eisini tænir okkara lokalu feløgum. Hetta hevur verið eitt umfatandi arbeiði, sum hevur kravt nógv tol av øllum pørtum – tað skulu tit eisini øll hava stóra takk fyri.

- Eg fari tí at ynskja okkum øllum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga, at vøllurin fer at roynast væl – og at vøllurin fer at framhaldandi at geva góða menning, úrtøku og úrslit, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder