Annað

Nýggja nevndin í Ríðingafelagnum hevur skipað seg

Brandur í Dali heldur fram sum formaður. Nýggj í nevndini er Beinta Gaard Davidsen.

F.v. Beinta G. Davidsen, Barbara Carlsen, Osvald S. Johansson, Brandur í Dali, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Sonja S. Petersen

F.v. Beinta G. Davidsen, Barbara Carlsen, Osvald S. Johansson, Brandur í Dali, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Sonja S. Petersen

2023-04-14 12:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingafelag herfyri var nýggja nevnd vald, tað vóru ikki tær stóru broytingarnar, tó var Beinta Gaard Davidsen nývald í nevndina - Annars er nevndin tann sama, hon skipaði seg á fundi herfyri soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Beinta G. Davidsen, Tummas P. av Reyni og Sonja S. Petersen. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Eva L.S. Klemmentsen

Felagið fylti 80 fyri nøkrum mánaðum síðani, men har hevur helst ongantíð í søgu felagsins, verið so nógv virksemi sum í løtuni. Felagshúsið er við at vera liðugt útbygt, talan er um meira enn eina tvífalding av fermetratalinum. Samstundis verður økið gjørt klárt til nýggja fjósabygging og ríðibreytin á økinum í Havnardali far eisini eina yvirháling. Hetta kemur alt afturat tað vanliga virkseminum við kappríðing, djóradøgum, leynavatnstevnu o.ø. 

Meginparturin av hesum fíggjar felagið sjálvt, m.a. við peningi frá Djóradøgum og útleigan av felagshúsinum - Í formansfrágreiðingini var tó komið inn á at nevndin ikki var heilt nøgd við hvussu stuðul hjá tí almenna bleiv útlutaður. Tað vísir seg at summi feløg hava lættari við at fáa stuðul enn onnur. Tað bleiv tó lagdur dentur á, at felagið er sterkt og skal nokk klára seg, men at tey vóru hørm um at hetta er soleiðis, tí aðalreglan innan almenna umsiting, má helst vera at øll feløg vera viðgjørt eins. 

[object Object]F.v. Beinta G. Davidsen, Barbara Carlsen, Osvald S. Johansson, Brandur í Dali, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Sonja S. Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder