Eftir aðalfundin hjá StÍF tann 24. september, hevur nýggja nevndin havt fund og hevur skipað seg.
Í nevndini eru nú Rúni Rasmussen, formaður, Egi Gothard Danielsen, næstformaður, Janneth Heinesen, kassameistari, Magni Jacobsen, nevndarlimur og Elin Maria Bærentsen, skivari.
- Nýggja nevndin er farin til verka, og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum, skrivar StÍF á heimasíðuni.
Nevndin telur nú fimm limir í mun til sjey áðrenn aðalfundin. Sambært viðtøkum felagsins skal nevndin telja 3-7 fólk.
Formaðurin seinastu tvey árini, Rúni Rasmussen, stillaði uppaftur og bleiv afturvaldur.
Egi Gothard Danielsen stillaði upp og bleiv hann valdur.
Teitur V. Nilssen og Jóannes Markná hava sitið í eina setu, tvey ár. Teir stillaðu ikki uppaftur.
Paula Berg Høgnesen hevði boðað frá, at hon fer úr nevndini eftir trúgva tænastu í 12 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald