
Síðst í mars høvdu Føroyar fyrstu uppgávurnar í hesari HM-undankappingini. Tær vóru í Kekkia og Montengro. Í báðum førum - serliga í Montenegro - vóru Føroyar nær við at fáa stig men taptu tepurt.
9. juni er ein ógvuliga týðandi uppgáva á skránni. Hetta er tann dysturin í undankappingini, har Føroyar á pappírinum hava best møguleika at vinna - og eisini fara at standa sum favorittar til. Á Tórsvølli tekur man móti Gibraltar, lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.
Fýra dagar áðrenn er venjingardystur á skránni. Tað eru átta dystir at spæla í hvøjrum undankappingarbólki og fimm lið í hvørjum bólki. Tá man hevur frí, so skal venjingardystur spæalst - UEFA krevur í sambandi við sjónvarpsavtaluna, at hvørt land spælir tíggju dystir í 2025.
FSF hevur fingið eina fíggjarliga góða avtalu við fótbóltssambandið í Georgia men talan er um nakað av ferðing og so ein dyst nakrar dagar áðrenn týðandi undankappingardystin.
A menn
5. juni: Georgia – Føroyar (venjingardystur - kl. 17:00)
9. juni Føroyar – Gibraltar á Tórsvølli (HM-undankapping - kl. 19:45)
Hópurin til dystirnar verður kunngjørdur í morgin, mánadagin 26. mai, klokkan 10 á tíðindafundi í FSF-húsinum. Tá verður hópurin hjá U21-landsliðnum til dystin móti Estlandi í Klaksvík 7. juni eisini kunngjørdur. Talan er um tann fyrsta hjá Ólavi Mikkelsen sum venjara og hjá "nýggja liðnum".
Nakrir uttanlandsprofilar vanta - gamlir kenningar kunnu sníkja seg við aftur
Seinast var Jóannes Bjartalíð ikki við, og klaksvíkingurin er enn darvaður av fót/liðbandsskaðanum frá februar. Hann staðfesti fyri Portalinum í síðstu viku, at hann allarhelst ikki spælir dyst áðrenn summarsteðgin.
Les meira: Bjartalíð spælir helst ikki hesumegin summarsteðgin
Meinhard Egilsson Olsen spældi í báðum dystunum í mars og byrjaði heilt væl í Kolding, men arbeiðssami og sterki vongurin var noyddur at fara undir skurð í einum fingri herfyri. Vandi var fyri førleikanum hjá fingrinum framyvir, staðfesti Meinhard fyri Portalinum 22. apríl.
Tá segði hann, at Gibraltar-dysturin var í vanda. Nú hava vit fingið staðfest, at Meinhard Egilsson enn ikki kann spæla fótbólt við kontakt: Hann hevur ikki fingið gjørt nakað í hondini í eini fýra vikur, tí viðgerðin var so umfatandi, og tí øki kring senuna og nervunum er so viðbrekið.
Tað kann vera ein smeitur at hesir báðir álopskendu menninir ikki vera við. Páll Andrasson Klettskarð hevur eisini eitthvørt at dragast við í seinastuni.
Meinhard hevur áður verið óheppin og havt skaða í hondini - nú er tað við finginum (Mynd: Sverri Egholm)
Atli Gregersen og Eyðun Klakstein hava tó havt ymiskt at velja í. Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen hava verið glóðheitir í Betrideildini í ár og eru boð at koma inn í hópin aftur. Jóan Símun Edmundsson spælir í fremstu íslendsku deildini - toftamaðurin hevur ikki verið við, meðan fyrrverandi U21-venjararnir hava staðið á odda (í november fyribils og so í mars)
Tað hevur Daniel Johansen heldur ikki. Hillerød-bakkurin hevur tó staðið seg ógvuliga væl í næstbestu donsku deildini í vár og kann vera eitt gott álopskent vápn til dystin móti Gibraltar.
Samuel Johansen Chukwudi hevur verið skaddur seinastu dystirnar eftir eina annars fralíka byrjan í Finnlandi. Eftir ætlan spælir miðverjin tó dyst í næstu viku, og er hann tøkur til landsliðið í juni. Líknandi støða er galdandi fyri Arnbjørn Svensson. Tesir báðir vóru eyka miðverjar seinast.
Hørður Askham hevur spælt sínar fyrstu minuttir eftir drúgva knæskaðan. Hann var meira ella minni fast við seinastu trý árini hjá Håkani Ericson. Tað kann tó vera mett at vera ov tíðliga hesaferð. Viljormur Davidsen gjørdist skaddur í Montnegro men hevur spælt - og hevur spælt væl - seinastu dystirnar hjá HB.
Hallur Hansson og René Shaki Joensen sótu uttanfyri hjá KÍ í dag, men hetta var helst mest fyri at spara teir. KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen er eitt boð til eitt "nýtt men gamalt" navn á listanum. Hann er komin fyri seg eftir langtíðarskaða.
Úttøkan kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum - vit hava meira um hana í morgin.
Hópurin seinast (Kekkia og Montenegro)
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Geza David Turi, Grimsby Town
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark) *
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
*Ikki tøkur
Dagført: 22.34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald