Tað eru ellivu dagar, til føroyska A-landsliðið hjá monnum fer í gongd við HM-undankappingina. Føroyar spæla 14-16. januar tríggjar undankappingardystir á heimavølli, og hetta er fyrsta uppgávan hjá Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller við toymi.
Donsku venjararnir og toymið kring liðið verður í Føroyum í tíðini upp til dystirnar móti Luksemborg, Italia og Lettlandi í samband við fyrireikingarnar, og Hondbóltssambandið boðar frá, at í hesum sambandi verður skipað fyri inspiratiónsvenjingum, fyrilestrum og fundum.
Skráin:
Hósdagur, tann 6. januar
Allir barna- og ungdómsvenjarar og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin
Fríggjadagur, tann 7. januar
Allir kropsligir venjarar, fysioterapeutar og ábyrgdarhavandi í feløgunum og onnur áhugaði eru vælkomin
Mánadagur tann 10. januar
Allir ungdómsvenjarar og onnur áhugaði eru vælkomin
Týsdagur, tann 11. januar
Fyri venjarum í Burndeildini og landsliðsvenjarum
Mikudagur, tann 12. januar
Fyri øllum málverjavenjarum og ábyrgdarhavandi í feløgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald