2018-11-29 22:08
EB/Streymur hevur í kvøld aðalfund við Margáir.
Formaðurin Brian Hansen seinastu árini valdi at gevast, og Oddur Ejdesgaard er nýggjur formaður hjá felagsliðnum í Sundalagnum.
Brian Hansen til vinstru (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nýggj fólk í nevndini eru Beinta Lisberg og Tonny Kruse. Tiltakslimir eru Kayo Sørensen og Eyðfinn Joensen.
Nevndin skipaði seg við Odduri Ejdesgaard sum formanni, Beintu Lisberg sum næstformanni, Rúna Kruse sum kassameistara, Ólavur Ejdesgaard sum skrivara og nevndarlimir eru so Tonny Kruse, Torfinn Djurhuus og Dan Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald