2019-01-08 11:23
Amerikumaðurin Darius Lewis hevur boðað frá, at hann komandi kappingarár fer at spæla við KÍ.
- Eftir at hava vant einsamallur hvønn dag í seks mánaðir er tað tíð uppá at byrja mína yrkisleið sum fótbóltsleikari. Eg kann við gleði boða frá, at eg havi skrivað undir mína fyrstu professionella sáttmála við KÍ Klaksvík í Føroyum, skrivar Darius Lewis á Instagram.
19 ára gamli Darius Lewis skrivar, at hetta er ein dreymur, sum gerst veruleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald