Annað

Nýggjur nevndarlimur í ríðingarfelagnum

Arbeitt verður við fyrireikingunum til at byggja nýtt fjós og ríðibreyt í Havnardali.

Frá vinstru: Laila W. Mouritzen, Barbara R. Mouritzen, Birita B. Lützen, Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johanson, Brandur í Dali og Alberg B. Lützen

Frá vinstru: Laila W. Mouritzen, Barbara R. Mouritzen, Birita B. Lützen, Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johanson, Brandur í Dali og Alberg B. Lützen

2025-02-26 20:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggjur limur varð valdur í nevndina, tá Føroya Ríðingarfelag helt aðalfund mikukvøldið.

Talan var um ein friðarligan aðalfund, har roknskapur og formansfrágreiðing vóru góðtikin uttan stórvegis viðmerkingar, skrivar Føroya Ríðingarfelag á netinum. 

Kunnað var m.a. í formansfrágreiðingini um gongdina í verkætlananum, ið felagið fremur í løtuni. Hetta umfatar m.a. at gera byggibúgvið til nýggj fjós, umframt gerð av nýggjari ríðibreyt á økinum hjá felagnum. 

Sum vant var eisini nevndar- og formansval. Nýggj í nevndini er Barbara R. Mouritzen og nýggir tiltakslimir eru Laila W. Mouritzen og Alberg B. Lützen. Brandur í Dali var afturvaldir til formann. 

Nýggja nevndin fer beinanvegin til verka. Fyrsta tiltakið er longu leygardagin, tá siðbundna ringríðingin er í høllini, síðani verður lagt til brots við fyrireikingum til djóradagar og kappríðingarnar, sum vera í summar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder