Fótbóltur

Nýggjur steypavinnari skal finnast hjá kvinnunum

Kyndil hevur vunnið steypið tríggjar ferðir seinastu sjey árini. Neistin er greitt mest felagið vinnandi søguliga - grannarnir bresta saman klokkan 16.30 í morgin.

H71 vann í fjør, men nú er slagið um Havnina slagið um steypið. Kyndil hevur fyrimunin í landskappingini, men hetta er ein dystur heilt fyri seg (Mynd: Sverri Egholm)

H71 vann í fjør, men nú er slagið um Havnina slagið um steypið. Kyndil hevur fyrimunin í landskappingini, men hetta er ein dystur heilt fyri seg (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-16 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Feløgini spældu tríggjar steypafinalur móti hvørjum øðrum í árunum 2014-2017. Kyndil vann tvær av hesum finalunum við fimm málum, meðan Neistin vann eina - eisini við fimm málum.

Neistin vann eina tætta finalu móti VÍF millum hesa grannastríðini (17-16 í 2016) Neistakvinnur hava ikki vunnið eina steypafinalu síðani - taptu tætta finalu móti H71 í 2022 - men samanlagt er Neistin greitt mest vinnandi í kappingin.

Síðani steypafinalurnar byrjaðu í 1987 hevur Neistin 14 gullheiðursmerki á kvinnusíðuni. Tættast uppá "tær bláu" er Stjørnan, sum var í øllum steypafinalunum millum 2004 og 2012 og vann sjey teirra.

[object Object]
Neistin og Kyndil skulu aftur berjast um eitt gullheiðursmerki (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Bjørk Joensen og hinar sluppu framvið H71 í hálvfinalunum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Kyndil sigraði á VÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil er nummar trý á listanum við fimm steypagullum. Øll eru komin í hús í hesari øldini. "Tær grønu" hava vunnið tríggjar ferðir útav seinastu sjey árunum. Seinast var í 2021, tá Kyndil koppaði H71 eftir longda leiktíð.

Í síðstu viku sló Neistin júst H71 út á sannførandi hátt, og nú er spurningurin hvat av havnarfeløgunum gerst nýggjur steypavinnari. Hoyvíkskvinnur hava vunnið steypakappingina tríggjar út av seinastu fýra árunum.

Talan er um tvey try fremstu liðini í SMS-deildini, sum hittast. Neistin byrjaði kappingarárið best, og vann við tíggju málum á Kyndil í fyrsta umfari tá Kyndil var Turið Arge Samuelsen fyriuttan. Tær í grønum vunnu tó í innahýsisi dystinum í november og hava síðani lagt seg á 1. pláss. Fyri beint undir fýra vikum síðani vann Kyndil greitt á Neistanum. Hetta er tó ein steypafinala, og lagt er upp til eitt tætt brak á Hálsi klokkan 16.30 í morgin.

Finalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum
Høllin á Hálsi, leygardagin 17.02
16.30: Kyndil - Neistin

Kringvarpið vísir finaluna beinleiðis. Portalurin hevur ymiskt tilfar frá dystinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder