Fótbóltur

Nýtt ítróttahús við Løkin

NSÍ fer skjótt at fáa eitt nýtt tilhaldsstað - sítt egna. Tað skrivar Eysturoyarportalurin.

NSÍ hevur hildið til norðanfyri vøllin við Løkin leingi, men tað sum so hava ongantíð verið egnar umstøður sum so (Mynd: Sonni L. Petersen/eyp.fo)

NSÍ hevur hildið til norðanfyri vøllin við Løkin leingi, men tað sum so hava ongantíð verið egnar umstøður sum so (Mynd: Sonni L. Petersen/eyp.fo)

2024-02-20 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fótbóltsfelagið NSÍ hevur ikki havt nakað egið ítróttahús. Ítrótttahøllin og Bylgjan hava verið skiftingarrúm, tilhaldsstað og “heim” felagsins í mong ár. Men hetta fer nú at broytast.

Soleiðis skrivar heimasíðan eyp.fo.

NSÍ hevur hildið til norðanfyri vøllin við Løkin leingi, men tað hava sum so ongantíð verið egnar umstøður. Sum Eysturoyarportalurin nevnir, so hevur ein partur av nýggju Bylgjuni verið nýttur sum nøkur skiftingarrúm nú, meðan millum annað besta mansliðið hevur hildið til í kjallaranum í einum hornið í ítróttahøllini.

Eitt heilt nýtt hús er nú á veg aftanfyri hitt málið - beint við máltalvuna. Eysturoyarportalurin skrivar, at tað í eina tíð hevur verið arbeitt við at stoypt eitt fundament aftanfyri málið sunnanfyri, sum skal húsa millum annað skiftingarrúmum.

Í gjár varð ein træbyggningur settur omaná sum ovara hædd. Har skulu kontór og annað vera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder