Í vetur varð samanleggingin millum FC Hoyvík og Undrið FF veruleiki. Samanleggingin er liður í at styrkja fótbóltsfelagskapin í triðstørsta býnum í Føroyum, so fólkið kann standa saman um eitt felag.
Í samband við samanleggingina skiftir felagið samleika og fær nýtt búmerki. Hetta er longu gjørt. Nýggja felagið boðar eisini frá, at nevndin á komandi aðalfundi fer at mæla til, at felagið broytir navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík, tó í vanligari talu Hoyvík. Facebook-síðan hjá FC Hoyvík hevur longu skifti navnið til "Fótbóltsfelagið Hoyvík" og skift vangamyndina til grøna búmerki við hvítu áskriftini.
Nýggja búmerki hjá fótbóltsfelagnum í Hoyvík sum Billa Jenny Jónleifsdóttir hevur gjørt (Mynd: "Fótbóltsfelagið Hoyvík")
Skrivað verður víðari um. hvat tað ymiska umboðar:
Samanlagda felagið skrivar eisini, at tann grøni liturin eisini skal súmbolisera ymiskt, sum nýggja felagið stendur fyri:
-Vit vilja verða eitt fótbóltsfelag, ið umframt fótbólt, eisini taka atlit til samfelagið, náttúruna, framtíðina og vilja hugsa og virka burðardygt við grønum loysnum og høgum málum. Hetta kunnu vit gera við einum góðum felagsskapi við høgum málum, nærløgdum leikarum og fólki í øllum aldri.
Tað er Billa Jenny Jónleifsdóttir, sum hevur gjørt búmerkið. Felagið í Hoyvík hevur skjótt aðalfund - besta mansliðið hjá felagnum skal spæla í 1. deild í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald