Seinasta árið, eru fleiri smá átøk gjørd á umhvørvisøkinum í kommununi. Orðatakið sigur ’Mangir løkir og smáir gera stórar áir’, og við smærri átøkum á fleiri økjum, ynskir Vága kommuna, sum mest møguligt, at ganga tí grønu leiðina, serstakliga tá umvælingar og nýbyggingar í kommununi verður gjørt.
Fótbóltsvøllurin í Sandavági hevur verið í vánaligum standi í nógv ár, og hevur hetta verið ein orsøk til vantandi virksemi á vøllinum, við venjingum og spælandi børnum. Seinast graslíkið á vøllinum varð skift, var í 2011. Somuleiðis hava FIFA sparkivøllirnir allir nøkur ár á baki.
Á seinasta býráðsfundi í 2021, samtykti býráðið at fara undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, umframt graslíkið á teimum trimum FIFA sparkivøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági. Stórur dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.
Í dag varð so sáttmáli undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum eru einastu veitararnir sum kunnu veita eina umhvørvisliga loysn til nýtt graslíki á vøllirnar hjá kommununi.
Slagið av graslíkið sum verður lagt á vøllirnar er Domo Varioslide S Pro. Tað serstaka við hesum slagnum av graslíki er, at tað er framleitt til føroysk viðurskifti. Hæddin á grasstránum er 5,5 cm, sum er væl hægri enn vanligt, og tá trýst verður lagt á graslíkið frá einum bólti ella fóti og fer av aftur, so rættir strái seg upp aftur beinanvegin. Hetta gevur teimum sum spæla á vøllinum eitt følilsi av at spæla á einum vanligum grasvølli.
Tað sum er mest umhvørvisvinarligt við at vøllirnir verða skiftir, er fyllan sum verður løgd á. Flest allir vøllir í Føroyum hava gummigranulat sum fyllu. Gummigranulat er sera dálkandi, og er ein stór orsøk til nógv mikroplast í náttúruni, og er skaðiligt bæði fyri fólk, djór og lívmargfeldið.
Men ístaðin fyri gummigranulat, verður børkur lagdur á vøllin. Børkur er fúnaður viður úr eik og hann er úr 100% lívrunnum tilfari sum ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið.
Tað eru tvey sløg av grasstrá,i í graslíkinum, sum eru snúraði. Ein partur av stránum verða lagt niður fyri at halda uppá fylluna sum verður løgd á vøllin. Við tað at partur av grasstráum verður lagt niður fyri at halda børkinum, so dálkar hetta ikki umhvørvið runda um vøllin ella fer út í náttúruna. Børkur frystur ikki eins og gummigranulat, og tí verður eisini lættari at spæla á vøllinum tá frost og kavi er, sum í dag. Vøllurin er lættur at busta, og neyðugt er ikki at leggja eyka tilfar á vøllin, og tí er loysnin eisini bíligari í rakstri.
Arbeiðið at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, og á teimum trimum FIFA vøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum og norðuri í Sørpum, byrjar um miðjan mai, og væntandi tekur arbeiðið at skifta graslíkið umleið fjúrtan dagar. So tá summarið nærkast, kunnu børn og ung, við góðum treysti fara út á vøllirnar at spæla, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald