Fótbóltur

Oddabrak á Summarfestivalinum

Dysturin kann fáa sera stóran týdning fyri KÍ og Víking.

Í fjørd spældu KÍ og HB oddadyst á Summarfestivalinum - hann fekk týdning fyri, at FM endaði hjá HB (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjørd spældu KÍ og HB oddadyst á Summarfestivalinum - hann fekk týdning fyri, at FM endaði hjá HB (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-09 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ tekur í kvøld klokkan 18.15 ímóti Víkingi í góðveðrinum. Tað verða helst ein stór rúgva av áskoðarum kring nýggja graslíki við Djúpumýru, nú Summarfestivalur og oddadystur er.

[object Object]
(Sølvi Vatnhmar hevur verið ivasamur til stórdystin í kvøld, eftir at hann fór út við skaða í Sarpugerði sunnudagin - Mynd: Sverri Egholm) 

Hetta er fyrsti heimadystur hjá KÍ eftir summarsteðgin, og tann fyrsti av innanhýsis oddadystunum, ið liðið úr Klaksvík spælir í endaspurtinum, ið allarhelst verður sera tættur. Hetta er triðji oddadystur á rað hjá Víkingi; teir ljósabláu úr Eysturkommunu løgdu út eftir summarsteðgin við at tapa fyri B36 á ólavsøku, og seinasta vikuskifti tapti Víkingur á heimavølli fyri NSÍ hóast eina 2-0 leiðslu í steðginum. 

Í dystinum seinast gjørdist Sølvi Vatnhamar tvífaldur málskjútti, men miðvallarin fór eisini út við skaða. Tað sá ikki gott út, og læknin óttaðist eisini fyri, at talan var um eitt brot. Tað er tó batnað so mikið ígjøgnum vikuna, at Sølvi allarhelst spælir í kvøld. Hetta kann hava nógv at siga fyri Víking og dystin.

Les eisini: - Vónandi kann eg spæla friggjakvøldið í Klaksvik 

Hjá KÍ mangla týdningarmiklir leikara. Deni Pavlovic situr uttanfyri við leikbanni. Steinbjørn Olsen avloysti hann í Fuglafirði, og gjørdi tað væl har; nú er ein nýggj avbjóðing hjá honum og KÍ-verjuni. Simen Sandmæl var ikki við í Fuglafirði, orsakað av ryggskaða ið knappliga var íkomin. Norski lykaleikarin verður helst heldur ikki í hópinum í kvøld.

[object Object](Simen Sandmæl er darvaður av ryggtrupulleikum - Mynd: Sverri Egholm)

Talan verður helst um eina kókandi grýtu; ein dyst í sólini í Klaksvík har stemningurin verður góður, og sum verður inntensur. Dystirnir millum liðini hjá Mikkjali Thomessen og Sámali Erik Hentze eru so at siga altíð sera javnir og taktiskir. Nógv stendur uppá spæl; KÍ kann leggja seg einsamalt á odda, meðan Víkingur, ið hevur leikt fleiri dystir enn KÍ, NSÍ og B36, hevur nú veruliga tørv á at fáa stig og helst vinna.

Vit verða til staðar við Djúpumýru, har vit dagføra støðuna á forsíðu okkara, hava myndir og dystarfrásøgn og fáa viðmerkingar aftaná. 


Betrideildin - 18. umfar: 
Fríggjadagin 09.08, Djúpumýra:
(18.15): KÍ-Víkingur 

 

Sunnudagin 11.08: 

15.00:

AB-ÍF 

TB-Skála 

B36-EB/Streymur

19.00:

NSÍ-HB  

Støðan: 
1. KÍ (35 stig) 15 dystir
2. NSÍ (35 stig) 15 dystir
3. Víkingur (35 stig) 17 dystir
4. B36 (35 stig) 16 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 16 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder