Í morgin sunnudagin 8. januar er stórt felagsumfar í landskappingini í talvi. Vestmanna Talvfelag skipar fyri saman við Talvsambandi Føroya.
Allir dystirnir í teimum fýra vaksnamannadeildunum verða telvaðir í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður klokkan 14.
Eftir dystirnir í hesum umfari er kappingin hálvrunnin.
Nú bresta oddaliðini í 1. deild saman í fyrra sínamillum toppdystinum. Sandavágs Talvfelag er hálvtannað stig fremri enn Havnar Telvingarfelag, sum er.
1. deild
Einstøku úrslitini hjá toppliðunum eftir fyrstu fýra umførini eru hesi:
Sandavágur
1. Rógvi Egilstoft 4/4
2. Høgni Egilstoft Nielsen 4/4
3. Silas Eyðsteinsson 3/3
4. Jón í Horni Nielsen 2½/3
5. Rúnar Berg 1/0
6. Torkil Nielsen ½/1
Havnin
1. Helgi Dam Ziska 3/3
2. Martin Poulsen 0/0
3. Olaf Berg 3/3
4. Luitjen Akselsson Apol 2½/3
5. Carl Eli Samuelsen 1½/3
6. Sjúrður Thorsteinsson 1/1
7. Hjalti Toftum Jógvanson 1/0
5. umfar (8. januar)
Havnin - Sandavágur
Havnin B. - Klaksvík A
Klaksvík B. - Kollafjørður
Hinar deildirnar
Vaksnamannadeildirnar eru sum sagt fýra. Harumframt er ein unglingadeild, men teir telva mitt í viku. Hjá unglingunum er Havnin fremst og Sandavágur nummar tvey.
Í 2. deild er eisini toppdystur í fimta umfari. Her møtast Sandavágur og Vestmanna. Vestmenningar hava verið elevatorlið í nøkur ár, men Sandavágur hevur ikki havt tvey lið í fremstu deildini enn.
Spenningur er eisini í hinum deildunum, tí stutt er millum fremstu liðini.
2. deild
5. umfar (8. januar)
Vestmanna - Sandavágur
Kollafjørður - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
3. deild
5. umfar (8. januar)
Toftir - Sandavágur B.
Rókur - Sandavágur A.
Kollafjørður - Kongshavn
4. deild
5. umfar (8. januar)
Klaksvík A. - Gøta B.
Havnin - Vestmanna
Kongshavn - Rókur
Gøta A. - Rókur B.
Toftir - Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald