Fótbóltur

Oddadystur á Skála í kvøld

Betri-deildin fer í gongd aftur í dag, har nummar eitt og nummar tvey hittast.

HB og EBS/Skála skulu dystast á Skála í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

HB og EBS/Skála skulu dystast á Skála í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-19 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spenningurin í Betri-deildini hjá kvinnum er stórur. Trý lið kappast um FM, og nú kappingin byrjar aftur í dag hittast tvey av teimum til oddabrak. 

HB skal á vitjan á Skála, har greipuvinnarin tekur móti. EBS/Skála-hópurin kom  aftur úr Litava í vikuni, har liðið á fyrsta sinni royndi seg í Evropa. Tað endaði við trimum greiðum ósigrum, men dystarvenjingin er so til staðar, nú FM-stríðið fer inn í eitt avgerandi tíðarskeið.  

Einasti ósigurin hjá HB í ár var eyðmýkjandi 6-1 tapið við Margáir seinast í mars. Tá liðini hittust aftur í Gundadali í mai var HB omaná og vann 2-1. Dysturin á Skála byrjar klokkan 18.00.

KÍ kann yvirhála eitt av liðunum ella koma ájavnt í stigum, um klaksvíkskvinnur vinna á B36 í Gundadali. Tann dysturin er í gongd í løtuni, og støðan er 2-1 til KÍ.

Seinasti dysturin í dag er í Sarpugerði, har B68 vitjar ÍF/Víking. Dysturin byrjar klokkan 18.00.

Støðan í Betri-deildini: 
HB 31
EBS/Skála 30
KÍ 28
ÍF/Víkingur 12
B36 2
B68 2


Øll liðini hava leikt 12 dystir

Dagført 13.42

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder