Fótbóltur

Oddadystur í Gundadali í annaðkvøld

HB kann fáa stóran spenning í oddastríðið, um tað eydnast at koppa KÍ. Fyrsta bríksl í klassikaranum verður klokkan 18.

HB hevur aftur í ár havt torført við at skapa stórar málmøguleikar móti KÍ. Teir í bláum hava vunnið 1-0 og 2-0 á HB higartil í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB hevur aftur í ár havt torført við at skapa stórar málmøguleikar móti KÍ. Teir í bláum hava vunnið 1-0 og 2-0 á HB higartil í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-14 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB tapti beint fyri summarsteðgin 2-0 í Klaksvík, og harvið fór munurin millum arvafíggindarnar upp á trettan stig. B36 var níggju stig aftanfyri KÍ og hevði eisini tapt tvær ferði fyri teimum í bláum, so FM-spenningurin tyktist at vera horvin.

So var summarferia, Champions League o.a. hjá KÍ, og síðani summarsteðgin hevur HB fingið fult stigatal í sínum fýra dystum, meðan oddaliðið bert hevur fingið fýra stig í sínum trimum dystum.

B36 hevur vunnið sínar seinastu fýra dystir, og harvið er ein ávísur spenningur í; hóast KÍ hevur tveir og ein dyst færri enn ávíkavist B36 og HB. Liðið hjá Magna Hoseth hevur eisini alt í sínum hondum, men nú eftir landsliðssteðgin er aftur strømm dystarskrá, skaðatrupulleikar og trýst á.

[object Object]
Sivert Gussiås skoraði, seinast KÍ og HB hittist. Norski áleyparin fer helst at spæla nógv næstu tíðina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað var nakað av rumbli um hendan dystin, sum upprunaliga skuldi spælast fyrsta vikuskifti í mánaðinum. Evropeiskir dystir og avgerð um at flyta dystin hjá KÍ móti EB/Streymi fyrr í ár løgdu kílar í vegin. Útfrá tí sum avtalað varð millum feløgini fyrr í ár, kundi KÍ fáa sín dyst móti HB fluttan til eftir landsliðssteðgin, tí spælt var í Tiraspol hóskvøld, og landsliðið skuldi savnast sunnukvøld. HB vildi tó helst ikki flyta dystin, og víst var millum annað á, at hetta gav KÍ ein fyrimun.

Nú skal dysturin so spælast. KÍ hevur vunnið fimm landskappingardystir á rað móti teimum í reyðum og svørtum. Liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur vunnið tvær ferðr á AB og tvær ferðir á ÍF - liðunum sum liggja til niðurflyting - seinastu vikurnar. Adrian Justinussen hevur verið í hopla.

Ein sigur til KÍ hevði dripið spenningin í kappingini nakað aftur, men um HB vinnur, so er av álvara eldur í - í tí førinum hevði B36 helst eisini sæð sín møguleika. 

Betrideildin - útsettur dystur frá 21. umfari
Í morgin, fríggjadagin 15. september í Gundadali
18.00: HB - KÍ

[object Object]
Støðan í oddinum (Mynd: Faroesoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder