Fyrsti triðingur í Betrideildini hjá monnum kemur at enda mánakvøldið. Tá tekur Víkingur ímóti botnliðnum AB í síðsta dystinum í 9. umfari og harvið allarseinasta dystinum í fyrsta triðinginum.
Eftir tey fyrstu níggju umførini ber til at gera eitt sindur meira upp, og soleiðis verður millum annað eisini við oddastríðnum. Har spælir júst tann eini dysturin í 9. umfari stóran týdning.
Støðan í Betrideildini eftir 8 umfør
1. KÍ 24 stig
2. HB 20 stig
3. B36 18 stig
4. Víkingur 14 stig
5. ÍF 9 stig
6. B68 9 stig
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 5 stig
10. AB 1 stig
Skrá: FSF
KÍ hevur fult stigatal og hevur millum annað staðið royndina í Gundadali móti B36. Avgerandi málið kom tó ikki fyrrenn í yvirtíðini, og tá var heimaliðið í undirtali. Nú bíðar helst allarstørsta royndin hjá Magna Hoseth og hansara monnum higartil, og hóast steypadysturin móti B36 týsdagin hevði ógvuliga stóran týdning fyri HB, so er tað nú, at størsta royndin hjá Jákupi Martin Joensen sum høvuðsvenjari skal standast.
Um hugt verður eftir stigatalvuni omanfyri er greitt, at HB ikki hevur ráð at tapa. Í so fall verða sjey stig upp til KÍ eftir fyrsta triðingin. KÍ vann allar dystirnar í fyrsta triðinginum í fjør og var seks stig frammanfyri nummar tvey (Víking). Um tað eydnast klaksvíkingum at vinna útidystin sunnudagin verða minst seks stig niður til nummar tvey eftir 9. umfar - B36 kann við sigri á ÍF koma upp á 21 stig.
Seinastu tvey árini hevur KÍ lagt seg rímiliga greitt á odda skjótt, og einki lið hevur verið veruliga nær við at hótta føroyameistaraheitið heilt til endans, hóast Víkingur bæði árini hevur hingið í og eisini sum heild spælt væl í innahýsis dystunum. Í 2021 vóru fimm stig á muni millum KÍ og nummar tvey, HB, eftir fyrsta triðingin. Dysturin Hvussu stórur munurin verður hesuferð gerst greitt í Gundadali sunnudagin - B36 og ÍF spæla eftir HB og KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald