Ein dystur í SMS-deildini verður leiktur í kvøld, og talan er um satt oddabrak.
H71, ið hevur 12 stig, tekur ímóti VÍF, ið er eitt stig frammanfyri. Bæði liðini hava spælt átta dystir.
Tíðliga í oktober hittust liðini í Vestmanna, og tá koppaðu hoyvíkskvinnur føroyameistaranum.
Miðskeiðis í november tapti H71 tepurt móti fyrst Neistanum og síðani Kyndli; í báðum førum vunnu grannafeløgini við einum málið á H71. VÍF hevur yvirhálað H71, tí fyriuttan ósigurin í oktober hevur VÍF bert mist stig í einum ørðum dysti. Tað var í javnleikinum móti Neistanum í oktober.
Lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í kvøld. Fyrsta bríksl er klokkan 18.30.
Hondbóltur
Oddadystur í Hoyvík í kvøld
Nummar eitt er á vitjan hjá nummar tvey.
Maria Halsdóttir Weyhe og H71 skulu í kvøld dystast við VÍF um oddasessin (Mynd: Sverri Egholm)
2018-12-12 11:16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald