Tveir ungir KÍ leikarar hava í kvøld undirskrivað sín fyrsta sáttmála við KÍ.
18 ára gamli Símun Kalsø og 17 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen. Báðir eru uppvaksir í felagnum, og taka nú næsta stigið at gerast fastur partur av Betri hópinum.
Dávid Biskopstø Andreasen hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir á vøllinum og hevur eisini skorað eitt mál. Símun Kalsø sum er beiggi at fyrrverandi KÍ leikarunum Steffan og Sørmund Kalsø, hevur enn sínar fyrstu minuttir til góðar.
Báðir verða við í hópinum, sum fer til Lettlands týsmorgunin at spæla UEFA Conference League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald