Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í gjárkvøldið.
Stjørnan kom á odda 2-0 við tveimum málum frá Sonju Sirdal, men skjótt tók VÍF yvir, og frá 7 til 20 minutt skoraði heimaliðið einki mál.
Í hálvleikinum var munurin sjey mál, og síðani koyrdi VÍF sigurin heim í 2. hálvleiki. Tað gekk væl betri hjá Stjørnuni at skora mál eftir steðgin, og seinastu minuttirnir minkaði munurin nakað. Durita C. Jojic fekk sína triðju útvísing mitt í 2. hálvleiki.
VÍF vann tó ein tryggan sigur og hevur vunnið sjey út av átta dystum í ár. Randi Virgarsdóttir gekk á odda hjá vestmannakvinnum í gjárkvøldið við at skjóta heili 12 mál. Hjá Stjørnuni var Katrin Bertholdsen toppskjútti við fimm málum.
SMS deildin
7. november
Stjørnan - VÍF 22-27 (8-15)
Støðan
1. VÍF (14 stig) - 8 dystir
2. Kyndil (10 stig) - 7 dystir
3. H71 (10 stig) - 7 dystir
4. Neistin (8 stig) - 7 dystir
5. Stjørnan (6 stig) - 8 dystir
6. StÍF (4 stig) - 8 dystir
7. VB (0 stig) - 7 dystir
Hondbóltur
Oddaliðið vann greitt í Klaksvík
Stjørnan fekk ikki hótt sigurin hjá vestmannakvinnum, ið nú eru fýra stig á odda í SMS-deildini.
Randi Virgarsdóttir skoraði heili 12 mál í gjárkvøldið (Savmsynd/Sverri Egholm)
2019-11-08 09:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald