Fótbóltur

Oddaliðini gjørdu sína skyldu

Við sannførandi sigrum í 10. umfari halda Víkingur, KÍ og NSÍ rimmarfast um fremstu plássini í Betrideildini hjá kvinnum.

Kvinnurnar hjá NSÍ vunnu ein ruddiligan 12-0 sigur í jóansøkudystinum móti TB/FCS/Royn (Skíggjamynd: Benjamin Tvørfoss)

Kvinnurnar hjá NSÍ vunnu ein ruddiligan 12-0 sigur í jóansøkudystinum móti TB/FCS/Royn (Skíggjamynd: Benjamin Tvørfoss)

2024-06-24 11:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tað er meir og meir, ið bendir á, at tað verða Víkingur, KÍ og NSÍ, sum fara at stríðast um FM heilt til tað síðsta í Betrideildini hjá kvinnum.

Tíggjunda umfar hevur verið á skránni um vikuskiftið. Ein dystur var leygardagin, tá TB/FCS/Royn tók ímóti NSÍ, meðan tríggir dystir vórðu spældir í dag, sunnudagin.

Í jóansøkudystinum vunnu runavíkskvinnur 12-0 á Eiðinum í Vági. Heidi Sevdal skoraði fimm mál, Julia Naomi Mortensen gjørdi fýra, meðan Sara Samson Lamhauge, Lena Olsen og Rúna Olsen skoraðu hvør sítt mál fyri NSÍ.

Undir Mýruhjalla á Skála var Víkingur á vitjan, og har var heldur eingin ivi. Úrslitið gjørdist 10-0 til gestirnar, sum vóru á odda við átta málum í steðginum. Jensa Tórolvsdóttir gjørdi trý mál, Mona Rasmusdóttir, Lea Lisberg og Eydna Dalheim skoraðu tvey mál í part, og Anna Jørginsdóttir gjørdi eitt mál.

Eisini klaksvíkskvinnur gjørdu sína skyldu sum oddalið, tá tær á Svangaskarði á Toftum vunnu 2-0 á HB. Men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at málini fullu. Seks minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Tóru Mohr at leggja KÍ á odda, og í síðsta minutti var Tóra aftur upp á spæl og sló sigurin fastan.

Í løtuni verður graslíkið á Djúpumýru í Klaksvík skift, og tí bleiv dysturin spældur á Svangaskarði.

Fjórði dysturin í 10. umfari var á Hoyvíksvøllinum, har FC Hoyvík tók ímóti B36. Og við hvør sínum máli syrgdu Hildur Clementsen, Súsanna Godtfred, Ester Ellingsgaard, Jasmin Mittún Darvishi og Brá Zakariasardóttir fyri, at árstalsfelagið vann 5-0.

Betri deildin kvinnur grundspæl
1. Víkingur 26 stig
2. KÍ 25 stig
3. NSÍ 23 stig
4. HB 16 stig
5. B36 13 stig
6. TB/FCS/Royn 7 stig
7. FC Hoyvík 4 stig
8. Skála ÍF 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder