- Í fjør vísti Oddur, at hann heilt sikkurt er ein spælari á veg fram við sjeymíla ferð. Oddur fekk møguleikan sum álopsspælari, og tók hann væl. Oddur gongur á odda, tá ið stríðast skal. Hann arbeiðir til hann liggur.
Soleiðis skrivar 07 Vestur á heimasíðu sínari - um spælarin sum felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við.
Oddur í Haraldsstovu Petersen er sørvingur og spældi í nøkur ár í 1. deild og 2. deild. Í fjør var hann at síggja í Betrideildini, og spældi Oddur 25 av teimum 27 dystunum hjá 07 Vestur, ið endaði á 5. plássi.
Nummar 27 vísti seg væl fram. Hann spældi fyri tað mesta sum áleypari - er annars uppruna miðvallari - og skoraði sjey mál. Hetta var næstflest hjá liðnum
07 Vestur hevur havt fitt av frágongd í vetur, og millum annað er beiggi Oddur Petersen, málverjin Ari í Haraldsstovu Petersen, farin til KÍ. Nú er so endaliga greitt, at Oddur er ein av teimum, sum heldur fram í 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald