Fótbóltur

Oddur Olsen settur sum ungdómsvenjari í HB

Nú er tað ein klaksvíkingur og ein miðvingur - báðir við drúgvum royndum - sum standa fyri ungdómsvenjingini hjá Havnar Bóltfelag.

(Mynd: hb.fo)

(Mynd: hb.fo)

2022-02-02 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ein klaksvíkingur og ein miðvingur, sum komandi árini koma at standa á odda fyri menningini av ungdómsspælarum í Havnar Bóltfelag.

Í gjár boðaði felagið frá, at miðvingurin Jens Erik Rasmussen verður nýggjur ungdómsvenjari. Og í gjárkvøldið boðaði felagið so frá, at 41 ára gamli klaksvíkingurin, Oddur Olsen, verður “head of coaching” hjá eldru ungdómsleikarunum umframt at hann verður høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá monnum í 1. deild.

Les eisini: Jens Erik skal venja tey ungu í HB

Við heimasíðuna hjá HB sigur Oddur Olden soleiðis:

– Leikluturin hjá mær er tvíbýttur. Onnur uppgávan er at vera hava yvirskipaðu ábyrgdina av menningini hjá U15- og U17-dreingjunum. Har verður tað uppgávan hjá mær at flyta leikararnar upp, og gera teir klárar til vaksnamannfótbóltin. Hin uppgávan verður so at vera høvuðsvenjari hjá 1. deild, sum er seinasta lopfjølin áðrenn tann heilt stóra pallin – Betri deildin.

– Í 1. deild er ein ungur hópur, og hesin skal so supplerast við nøkrum eldri leikarum, samstundis sum at vit spakuliga skulu slúsa U17-leikarar inn, tá hesir eru klárir, sigur Oddur.

Oddur hevur drúgvar royndir sum venjari, og fer nú undir sítt 12. kappingarár á rað sum venjari. Í 10 av 11 undanfarnu árunum hevur hann verið venjari í KÍ, har hann hevur verið um teir ungu leikararnar, og gjørt teir klárar til vaksnamannafótbólt.

– Hetta er ein spennandi uppgáva. Eg havi verið í KÍ í 10 ár, og tíðin búgvin til at royna nakað nýtt, og fáa nýggjan íblástur. Og so er tann ætlanin, sum HB nú leggur fram sera spennandi, og gevur meining fyri meg, sigur Oddur millum annað við hb.fo.

Oddur er byrjaði í starvinum í gjár. Talan er um hálvtíðarstarv, og sáttmálin er galdandi í tvey ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder