Fótbóltur

Jens Erik skal venja tey ungu í HB

Miðvingurin við fortíð í HB skal vera við til at seta í verk ætlanina, sum fráfarandi ungdómsvenjarin í felagnum Mads Løvig hevur lagt til rættis.

2022-02-01 12:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár boðaði 07 Vestur frá, at tey tíverri mistu dugnaliga ungdómsvenjaran, Jens Erik Rasmussen, sum hevur vant teir yngru árgangirnar í Vágafelagnum í nøkur ár.

Nú boðar HB frá, at fyrrverandi landsliðsleikarin verður ungdómsvenjari í stóra havnarfelagnum, sum Jens Erik sjálvur spældi fyri í nøkur tíðarskeið sum aktivur.

Undómsvenjarin í HB, Mads Løvig, segði seg herfyri úr starvi fyri at taka ímóti størri avbjóðingum í heimlandinum. Í staðin setir HB nú roynda miðvingin í starv at taka sær av ungdómsdeildunum, sum skilst saman við einum øðrum venjara, ið verður kunngjørdur seinni.

HB skrivarð soleiðis á heimasíðuni í dag:

Tað verður ikki eitt heilt ókent andlit, ið kemur at leggja okkara ungdómi lag á komandi árini. Tí Jens Erik Rasmussen verður partur av ungdómsvenjaratoyminum. Hann fer at hava yvirskipaðu ábyrgdina av árgangunum frá U9-U13.

Fyri teir vaksnu HBarnar er Jens Erik eitt kent andlit. Tekniskt dugnaligi miðvingurin hevur spælt við HB í trimum umførum. Fyrst eitt stutt tíðarskeið í 1986, síðan aftur í fyrru hálvu í 1992. Árini 1997-99 spældi hann eisini í HB, og var m.a. partur av krútsterka liðnum í 1998, sum vann greipuna.

Nú er hann so aftur í Gundadali. Hesa ferð sum venjari. Seinastu árini hevur hann verið ungdómsvenjari í 07 Vestur, og síðani 2017 høvuðsungdómsvenjari, har hann hevur sett sín týðuliga dám á ungdómsarbeiðið í felagnum.

– Eg komi at hava yvirskipaðu ábyrgdina av U9-U13. Hetta er ein spennandi fasa í menningini, har man sleppur at forma spælararnar. Eg verði eisini at síggja á vøllinum, har eg fari at leggja ungu leikarunum og venjarunum lag á, sigur hann.

Ein partur av langtíðarætlanini hjá felagnum er at skapa eitt enn betri tilboð til ungar fótbóltsspælarar. Og her kemur Jens Erik at hava ein lyklaleiklut.

– Tað sum vit vilja skapa, er eitt umhvørvi bæði til tey, ið spæla til stuttleika, men eisini tey, ið vilja meira við fótbóltinum. So umframt at menna spælarar skulu vit eisini menna umhvørvið har vit fara at bjóða morgunvenjingar til tey yngru. Futsal verður eisini ein partur av tí, og hetta er við til at hækka tekniska støðið. Í longdini fara vit at síggja spælarar við enn betri teknikki og dynamikki. Bæði á dreingja- og gentusíðuni.

– Mads hevur lagt fundamentið, og eg skal so vera við til at leggja afturat. Hetta er ein langtíðarætlan. Í barna- og ungdómsfótbólti sært tú ikki úrslitini av menningini beinanvegin. Hetta krevur tol, sigur Jens Erik at enda.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder