Seinasta leygardag setti Oddvør Josephsen tvey føroysk met í renning innandura.
Hetta var undir kappingini Randers Indoor 2026.
Á 60 metrum betraði Oddvør sítt egna føroyska met frá 7,86 sekund, sum hon setti í Odense 16. februar 2024, niður á 7,83 sekund.
Góðan hálvan annan tíma seinni betraði Oddvør føroyska metið á 200 meturm. Tað metið átti hon eisini sjálv. Tað var 26,10 sekund, sum hon setti í Randers 10 februar 2024.
Nýggja føroyska metið hjá Oddvør er 25,92 sekund, og er hon sostatt fyrsta føroyska kvinna undir 26 sekund innandura, skrivar Frælsur ítróttur Føroya.
Oddvør umboðar Aalborg AM niðri, men er annars úr Treysti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald