Hann hevði ikki spælt síðani 14. desember í Lille vegna ymiskar skaðatrupulleikar, men 34-ára miðverjin var í kvøld aftur á vøllinum.
Hetta merkist: Tá Odmar Færø varð skiftur inn saman við René Shaki Joensen, tá tíggju minuttir vóru eftir. Stór frøi á KÍ-fjøldina, sum vístu virðing fyri havnarmanninum sum síðani 2020 hevur spælt fyri KÍ - og vunnið heilt nógv.
Odmar viðurkennir, at hetta var ein kensluborin løta fyri hann. Hann var tó hugsavnaður um uppgávuna, og tað skal KÍ eisini vera eftir 2-0 á heimavølli.
- Skulu ikki slaka og bara fara til Luksemborg fyri at verja nakað.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í dag, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 2-0 (2-0)
12' Árni Frederiksberg 1-0
45'+1' Árni Frederiksberg, br. 2-0
Hesir komu inn fyri KÍ: 55' Dan í Soylu (fyri Deni Pavlovic), 69' Pætur Petersen (fyri Joseph Williams), 83' René Shaki Joensen (fyri Albert Ejupi) og 83' Odmar Færø (fyri Cédric Yambéré).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald