Fótbóltur

Odmar Færø: Nú við masku

Seks vikur eftir tey seks brotini í Luksemborg, ger KÍ møguliga eina roynd at fáa sterka miðverjan inn í røkkstøkkdystinum í Riga. Odmar Færø er við í dagsins KÍ-ferðalagi.

Nærum

Nærum "Batman-vibes" yvir tí, sum KÍ-verjuspælarin skal hava, meðan hann spælir fótbólt næstu tíðina - maska omanfyri og millum skeggið. Her sæst Odmar til venjing við Djúpumýru í dag (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

2026-08-25 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks vikur eftir at hann fekk seks brot í andlitið í nærdysti á útivølli móti Atert Bissen, ger Odmar Færø seg av álvara til at spæla aftur.

Sterki miðverjin hevur sitið uttanfyri síðani Champions League-dystin í Luksemborg, og honum hevur saknur sjálvandi verið í hjá KÍ.

Sí eisini: Odmar Færø kom ikki við Føroya - hevur fleiri brot í andlitinum

Talan var um eitt brot fleiri, enn vit upprunaliga fingu upplýst, men tey eru so mikið "rein", at Odmar Færø hevur vant aftur seinastu vikuna.

36-ára gamli miðverjin noyðist tó at hava sergjørda masku á, sum verja andlitið og brotini.

Hetta kann ávirka, hvussu væl landsliðsverjuspælarin sær, men hann vandi í øllum førum eina løtu saman við hinum í dag. Og Odmar Færø er eisini við í KÍ-ferðalagnum, sum nú er ávegis til Keypmannahavnar. 

[object Object]
(Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Flogið verður víðari til Riga í kvøld, og avgerandi dysturin um pláss í Conference League-deildarspælinum verður hóskvøldið klokkan 18 føroyska tíð.

So er spurningurin, um Odmar - við masku - verður á vøllinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder