Fótbóltur

Odmar Færø skal spæla í Klaksvík komandi trý árini

Stórtíðindi úr KÍ í kvøld - verjuleikarin vendir aftur til føroyskan fótbólt.

Odmar Færø í kongabláum - Mynd: Norðlýsið

Odmar Færø í kongabláum - Mynd: Norðlýsið

2019-09-03 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðlýsið skrivaði fyri lítlari løtu síðani, at Kí hevur kunngjørt sín fyrsta styrk til komandi kappingarár, og tað er ikki hissini styrkur.

29 ára gamli verjuleikarin Odmar Færø er uppvaksin í B36, og hevur átt sín stóra leiklut í trimum FM-heitum hjá felagnum hetta áratíggju - í 2011, 2014 og 2015. Í fjør var hann liðformaður hjá B36 og lyfti í tí sambandi løgmanssteypið og var eisini sentralur í evropeiska ævintýrinum hjá ártalsfelagnum.

[object Object]
Odmar Færø fór úr B36 eftir farna kappingarár

Áðrenn kappingarlok gjørdi Odmar greitt, at hann fór uttanlanda at royna seg, og hann hevur í 2019 spælt við HamKam í næstbestu norsku deildini.

[object Object]
Odmar vendir heim eftir eitt ár í Noregi

Komandi trý árini fer Odmar Færø at spæla í kongabláum. Hetta kemur helst óvæntað á tey allarflestu. Nú sterki vejuleikarin vendir aftur til føroyskan fótbólt verður tað ikki til B36 men til KÍ.

Norðlýsið skrivar, at partarnir hava gjørt sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárini 2020, 2021 og 2022.

[object Object]Odmar Færø hevur spælt 28 A-landsdystir fyri Føroyar - hann varð úttikin til dystnar móti Svøríki og Spania, men gav avboð vegna skaða (Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder