Annað

Odmar Færø: Nú er møguleikin av álvara her

B36-hópurin er, langt um leingi, komin fram til Gibraltar. Málið er at sláa St Joseph's út og koma víðari í Evropa League.

Odmar Færø slær fast, at nú skal B36 taka av møguleikanum í Evropa League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Odmar Færø slær fast, at nú skal B36 taka av møguleikanum í Evropa League (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-04 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 skal hóskvøldið spæla seinna dystin í Evropa League Preliminary Round á Gibraltar. Vegurin til iberisku hálvoynna hevur tó verið stríggin og langur.

Vegna mjørka í Vágunum, so kundi B36 ikki koma avstað sum ætlað við SAS-flogafarinum tíðliga mánadagin Ístaðin kom hópurin niður til Keyppmannahavnar um náttina, og í gjár gekk so leiðin víðari. Fyrst ein flogtúr til Helsinki, síðani víðari til Malaga, og til endans ein busstúr uppá tveir tímar til Gibraltar.

Liðformaðurin hjá B36, Odmar Færø, sigur at hetta hevur sjálvandi eina ávirkan, men tað skal ikki vera nøkur umbering til dystin:

- Tá eitt lið skal av landinum, og fyrireikar seg til slíkan dyst, so er altíð ein ætlan um, hvussu fyrireikingarnar skulu vera. Tað ávirkar sjálvandi liðið, tá tað sum ætlað var ikki eyndaðst. Vit missa tíð; ein dag í fyrireikingini, og tískil fáa vit ikki vant á Gibraltar meira enn eina ferð, og ikki vant okkum ordliga við umstøðurnar har. Men vit skulu framvegis spæla hósdagin, og vit koma fram og venja á vøllinum dagin fyri. Vit hava fingið havt taktiskar fundir í Danmark, og tað hevur ikki órógvað meira enn eitt vist. Um tað skuldi hent, at vit ikki vinna hóskvøldið, so er tað ikki orsakað av hesum; eitt forsinkilsi skal ikki vera ein umbering hjá okkum. 

Í fyrra dystinum í Gundadali var B36 greitt omaná. Heimaliðið hevði bóltin yvir 60 % av tíðini, og hagtølini siga eisini, at B36 hevði 17 royndir ímóti 4 hjá St Joseph’s. Men B36 megnaði ikki at fáa úrtøku úr yvirvágini. Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda við brotssparkið í 33.minutti, men stutt fyri hálvleiki gjørdi B36 eitt klossut brotsspark, sum útiliðið gjørdi sær dalt av. Sambært Odmari, so kennir B36 nú mótstøðuliðið av Gibraltar betri, og málið hjá havnarliðnum á Gibraltar er greitt:

- Undan fyrra dystinum vóru nógvar gitingar um, hvør styrkin hjá St Joseph’s er, og hvørjar veikleikar liðið hevði o.s.fr. Nú eru vit klókari uppá, hvat vit kunnu gera, og hvat tað er, sum teir koma við. Teir fingu eitt keðiligt útivallarmál, men tað var sjálvandi stórt og umráðandi hjá teimum. Vit vita 100 % at vit kunnu vinna; vit eru farnir avstað fyri at skora minst eitt mál, vinna og koma víðari.

Seinastu árini hevur tað verið sera nær við hjá B36 fleiri ferðir í Evropa. Liðformaðurin slær fast, at nú skal tað verða, og hetta kann hava stóran týdning fyri B36 og føroyskan fótbólt:

- Tá vit fara út í Evropa, so er tað sjálvandi fyrst og fremst B36, ið vit fara fyri, og sum vit umboða. Men man situr og vónar, at øll tey føroysku liðini klára seg væl. Vit eru millum annað seedaðir, orasaka av góðu føroysku úrslitunum í Evropa seinastu árini. Hetta gleðast vit um, men tá tað er sagt, so er fokus á, at vit skulu víðari nú. Tað gevur pengar til felagið, og møguleikan at prøva okkum av ímóti sterkari mótstøðu. Um vit ikki spæla okkum víðari, so verða vit ekstremt vónbrotnir, og so er tað av álvara ein mistur møguleiki. Eg havi verið við B36 í evropeiskum fótbólti í fleiri ár, og havi ikki sæð betri møguleikar í mínari tíð at koma víðari. Bæði tað at vit eru sterkir, og tað at mótstøðuliðið ikki er á sama støðið, sum mótstøðuliðini hjá okkum hava veri undanfarnu árini.

Dysturin ímillum B36 og St Joseph's verður bríkslaður í gongd hósdagin klokkan 17.00

placeholder
placeholder