Skjótisambandið hevur valt, at brúka fyrra kappingardagin á Føroyaleikum at royna tvær nýggjar kappingar, sum ikki hava verið royndar í Føroyum áður.
Á skjótibreytini í Vestmanna bleiv English Skeet avgreidd. Kappingarskipanin í English Skeet er øðrvísi enn í OL skeet. Millum annað er ferðin á dúgvuni munandi lægri samanborið við í OL skeet, sum føroyskir íðkararnir eru vanir við.
Kappingina vann Ingolf Debes úr Vestmanna Byrsufelag við 88 raktum dúgvum av 100.
Nummar tvey bleiv Tórur Fløtt við 86 dúgvum, og triðja pláss fekk Jóannis Joensen við 84 dúgvum. Báðir eru úr Sunda Byrsufelag.
Úti á Vík í Leirvík bleiv skipað fyri Automatic Ball Trap.
Aftaná innleiðandi umførini, og eina sera spennandi finalu, vóru Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúli og Alex Johannesen úr Eysturskot, javnir á fyrsta plássi við 89 dúgvum.
Sostatt skuldi umskjóting til fyri at avgera fyrsta plássið. Umskjótingina vann Finn við tveimum dúgvum framman fyri Alex. Triðja pláss fekk Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla við 88 dúgvum.
Leygardagin verður trap-kapping í Leirvík, og OL skeet verður við Norðskála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald