Fótbóltur

KÍ fekk lítið burturúr í 2-0 sigri

KÍ skapti ikki tað villa við Djúpumýru í dag tá B68 var á vitjan, men vann og kann nú hugsavna seg um evropafótbólt í nakrar dagar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-31 17:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv bara tann eini dysturin í Betri deildini hjá monnum. Orsakað av evropafótbólti eru dystir fluttir, og so seint sum í gjár var dysturin millum B36 og Skála útsettur tí teir hvítu úr Gundadali mikudagin spæla móti Viborg.

KÍ sum ikki skal í evropeiska eldin fyrr enn hósdagin - í Kosovo - tók í dag ímóti B68. Hetta var helst ein dystur, har KÍ hevði sæð sær møguleikan at spara nakrar av sínum leikarum, men tað bleiv lítið av tí. Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda við brotssparki tá sjey minuttir vóru leiktir, og hóast heimaliðið hevði alt spælið, eydnaðist tað ikki væl frammanfyri málinum.

Eitt ótal av møguleikum vóru misnýttir við skeivum sendingum. Tá góðir 20 minuttir vóru eftir var Jákup Biskopstø Andreasen seinasti maður á bóltinum og økti til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Klaksvíkingar kunnu fegnast um tey trý stigini sum sigurin gav, og kunnu nú hugsavna seg um Ballkani í Kosovo hósdagin. 

KÍ er á odda í deildini við 46 stigum, og níggju stig eru niður til Víking á øðrum plássi, og sum tó hevur ein dyst færri.

B68 hevur ellivu stig og liggur næstaftast í Betri deildini.

Næsti dystur í Betri deildini verður týskvøldið klokkan 18 tá Víkingur er á vitjan hjá HB í Gundadali.

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 46 stig (16 dystir)
2. Víkingur 37 stig (15 dystir)
3. HB 28 stig (15 dystir)
4. B36 22 stig (15 dystir)
5. EB/Streymur 21 stig (16 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (16 dystir)
7. AB 17 stig (16 dystir)
8. NSÍ 15 stig (16 dystir)
9. B68 11 stig (16 dystir)
10. Skála 8 stig (15 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder