Fótbóltur

Ógvuliga javnt í innanhýsis uppgerðunum

Tað er oftast enda við javnleiki millum grannarnar seinastu árini, tá HB og B36 hava spælt.

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-08-24 07:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað nærkast til brakið millum HB og B36 í finaluni um Løgmanssteypið.

Tað kann væntast, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst á Tórsvølli í morgin. Eitt er tað, at tað er ein finala millum tvey av ovaru liðunum í føroyskum fótbólti, men seinastu úrslitini liðini millum benda eisini á, at tað ikki verður stórur munur á. 

Í yvirlitinum niðanfyri sæst, at liðini næstan bert hava spælt javnleikir í innanhýsis dystum seinastu trý kappingarárini. Um vit grava longur aftur í tíðina, so sæst millum annað at í 2013, tá HB vann meistaraheitið, spældu liðini javnt í øllum trimum dystunum. Árið eftir vann B36 FM, men megnaði ikki at basa HB í árinum(tveir javnleikir og ein HB-sigur) Í 2015 var B36 tó omaná og vann tvær ferðir móti grannunum á veg til FM-heitið. 

Her er eitt yvirlit yvir seinastu tíggju innhýsis uppgerðirnar millum feløgini:

2016: 
B36 - HB 3-2
HB - B36 0-0
B36 - HB 2-2

2017: 
HB - B36 2-2
B36- HB 1-1(Løgmanssteypið 1.hálvfinala)
HB - B36 2-3 (eftir longda leiktíð; 1-1 eftir vanliga - Løgmanssteypið 2.hálvfinala)
B36 - HB 2-2
HB - B36 1-1

2018: 
B36 - HB 1-1
HB - B36  2-1

HB: 1
Javnleikir: 7(6 við seinnu hálvfinaluni í fjør, har tað var 1-1 eftir vanliga leiktíð)
B36: 2(1 eftir 90 minuttir) 

Hagtøl frá Faroe Soccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder