Tað hevur verið ein góður fyrri hálvleikur í stóru høllini, har føroyingarnir hava nógvan uppbakning. Í mun til dystin mikudagin eru føroyingarnir ikki dottnir burtur ímillum nakra løtu og eru væl við í dystinum.
Í mun til dystin í Kiev byrjaðu føroyingarnir væl í verjupartinum. Teir vóru væl fyirireikaðir uppá krossingarnar hjá Ukraina, og tað eydnaðist betri at koma út at takkla
Í álopspartinum eydnaðist ikki líka væl. Føroyska liðið kom annars til fínar royndir, men ukrainski málverjin bjargaði tvær ferðir skoti útifrá frá Petur Krogh og einum brotskasti frá Niklas Selvig. Tað gekk tó ikki verri enn so, at Føroyar hingu fast. Serliga var tað Kjartan Johansen, ið helt Føroyum inni. Hann skoraði fýra útav teimum fyrstu Álopi fór so líðandi at koyra betri og betri. Eina góða løtu skiftust liðini um at skora, og munurin fór ikki uppum eitt mál.
Stórar fimm minuttir fyri hálvleik komu føroyingar á odda, og høvdu einaferð møguleikan at koma uppá + 3, men málverjin hjá Ukreina fekk síðani fatur á nøkrum bóltum, og útiliðið vann seg framum hálvan minutt fyri steðgin.
Leikararnir hava tikið ábyrgd, og Nicholas Satchwell hevur fingið fatur á nøkrum bóltum. Leikararnir hava arbeitt fyri hvør øðrum, og liðið hevur allatíðina havt samband við sterka ukrainska liðið. Alt er opið undan seinna hálvleiki.
EM-undankappingin, bólkur 8
4. umfar - Royal Arena, Keypmannahavn
Føroyar - Ukreina (14-15)
Málskjúttarnir hjá Føroyum
Kjartan Johansen 4 (1)
Rókur Akralíð 2
Rói Berg Hansen 2
Jónas G. Djuhuus 2
Niklas Selvig 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Hans Eli Sigurbjørnsson 1
Áki Egilsnes 1
Føroyar byrjaðu á hendan hátt:
Nicholas Satchwell, Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal, Jónas G. Djurhuus (Ròkur Akralíð í verjuni), Peter Krogh, Rói Berg Hansen.
Síðani hava Sonni Larsen og Jeppe Borch skifti nógv út, og allir útileikararnir hava verið í spæl.
Dystargongdin:
10.min: 4-4
15.min 6-7
20.min 10-11
25.min 13-12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald