Hoyvíkingar vitjaðu í kvøld í Vestmanna. H71 fer at vera eitt av liðunum í hálvfinalunum, meðan VÍF stríðist enn hart fyri at náa einum plássi.
Í kvøld tóku teir í gulum og bláum eitt stórt fet ímóti einum slíkum. Heimaliðið vann eftir ógvuliga tættan dyst móti oddaliðnum í Okkara-deildini, har tað ikki komu nógv mál.
Seinastu løtuna í 1. hálvleiki høvdu vestmenningar sera trupult við at skora, men tá Agnar Joensen skoraði í seinasta minutti, kom VÍF á odda 10-9. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.
H71 byrjaði betri í 2. hálvleiki, men eftir trý mál á rað kom heimaliðið á 16-14. Leiðslan hjá VÍF helt í tíggju minuttir, so kom H71 á 20-20 eftir trý mál á rað. Tað vóru bakkarnir, Hilmar Leon Jakobsen og Vilhelm Poulsen, ið gingu á odda hjá H71 - í 2. hálvleiki serliga Vilhelm sum eisini javnaði.
Tað var tó VÍF, ið vísti mentala styrki seinastu løtuna. Mladen helt fram at spæla væl í málinum, Agnar Joensen skoraði tvey mál á rað, og vestmenningar koyrdu sigurin heim - ein sera týdningamiklan sigur. Ein sigur afturat burdi verið nóg mikið hjá VÍF.
Okkara-deildin
Høllini í Vestmanna, 04.03
VÍF - H71 23-21 (10-9)
Málskjúttar:
VÍF: Hallur Arason 5, Filip Jojic 5, Agnar Joensen 4, Sjúrður Olsen 4, Julian Olsen 2, Andrias Eriksen 2 og Hanus Christophersen 1.
H71: Hilmar Leon Jakobsen 7, Vilhelm Poulsen 7, Pætur Mikkjalson 2, Pætur Thomsen 1, Leivur Mortensen 1, Elias á Skipagøtu 1, Janus Dam Djurhuus 1 og Bogi Hansen 1.
Støðan:
1. H71 22 stig (15 dystir)
2. VÍF 20 stig (16 dystir)
3. Neistin 18 stig (15 dystir)
4. StÍF 17 stig (15 dystir)
5. KÍF 17 stig (15 dystir)
6. Kyndil 8 stig (14 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald