
Um eitt døgn spæla Víkingur og HJK Helsinki á Svangaskarði í fyrsta undanumfarinum í Champions League.
Eins og undanfarnu ár so er ókeypis atgongd til fyrsta Evropa-dystin hjá Víkingi. Harvið vil Víkingur geva øllum sínum fjepparum og fótbóltáhugaðum føroyingum fría atgongd til uppgerðina, og felagið vónar at nógv koma at stuðla víkingunum í Champions League-dystinum.
Finska meistaraliðið er greiður favorittur, men Víkingur hevur seinnu árini veruliga gjørt vart við seg í evropeiskum fótbólti.
Venjarin, Sigfríður Clementsen, gjørdi í samrøðu við Portalin í gjár greitt, at teir trúgva uppá møguleikan í Víkingi, og at tað snýr seg um, at halda uppgerðini í lívi eftir dystin i annaðkvøld
Les samrøðuna her:
http://portal.fo/dagur-5804/sigfridur-clementsen-siggja-jaligt-uppa-tad-og-trugva-uppa-tad.grein
Í løtuni valdar óvissa um KÍ og Zalgiris Vilnius spæla í morgin, tí litaviska liðið ikki kom til Føroya sum ætlað fyrr í dag vegna mjørka í Vágum. Norðlýsið skrivar, at dysturin møguliga verður Tórsvølli mikukvøldið, og at tað er UEFA, ið avger hvat skal henda. Meira um hetta seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald