Hondbóltur

Okkara-deildin: Neistin sendi klaksvíkingar heim við ongum

Í kvøld er dystur í Klaksvík í SMS-deildini.

Neistin lat bara 18 mál fara inn í gjárkvøldið og helt nøkulunda toppskjúttanum í deildini niðri
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Neistin lat bara 18 mál fara inn í gjárkvøldið og helt nøkulunda toppskjúttanum í deildini niðri (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-11-01 08:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðssteðgurin er nú av, og í gjárkvøldið tók Neistin ímóti Team Klaksvík á Hálsi.

Klaksvíkingar skoraðu ikki sítt fyrsta mál fyrenn í 12.minutti. Tá hevði heimaliðið longu skorað seks ferðir. Tað sá út til, at tað fór at gerast eitt tungt kvøld fyri Team Klaksvík, ið tó fekk etið seg væl innaftur í dystin. Í steðginum var støðan 11-8. Útiliðið hekk í, til góðir tíggju minuttir vóru eftir. Tá gjørdist tað aftur sera trupult at fáa bóltin framvið Nicholas Satchwell, og Neistin vann við sjey málum.

Hjá heimaliðnum gekk 17-ára gamli Dánjal Ragnarsson. Bakkurin, við røtum úr Klaksvík, skeyt heili 10 mál. Ein flottur dystur av unga manninum. Hjá Team Klaksvík var tað, sum ikki einaferð, høgri bakkurin við 24-talinum, ið gjørdist toppskjútti. Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, ið eisini er toppskjútti í Okkara-deildini skoraði sjey ferðir.

Bæði liðini hava nú spælt 6 dystir. Neistin er á 2. Plássið við átta stigum. Team Klaksvík er aftast við 2 stigum.

Í kvøld er dystur í SMS-deildini. Tað er greipuvinnarin, sum vitjar í Klaksvík. Bæði Stjørnan og VÍF hava leikt fýra dystir; Stjørnan hevur trý stig, vestmannakvinnur hava fimm.

31.10

Okkara-deildin

Neistin – Team Klaksvík 25-18 (11-8)

Toppskjúttar: Dánjal Ragnarsson 10 mál, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7 mál


01.11

SMS-deildin

18.00: Stjørnan – VÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder