Hondbóltur

Okkara-deildin: Oddadystur í Hoyvík og botndystur á Hálsi

Í SMS-deildini kann Kyndil koma upp á oddasessin við sigri á Stjørnuni.

Toppskjúttin, Filip Jojic, og liðfelagirnir vitja í Hoyvíkshøllini í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Toppskjúttin, Filip Jojic, og liðfelagirnir vitja í Hoyvíkshøllini í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-27 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini og tveir í Okkara-deildini verða leiktir í kvøld:

SMS-deildin: 
(18.00): Kyndil - Stjørnan

Kyndil tapti fyrr í ár í Klaksvík, og spælir nú uttan Turið Arge Samuelsen, ið er við barn. Tó so eru tær grønu favorittar á heimavølli í kvøld og kunnu koma undir liðuna á VÍF í stigum.

Støðan: 
VÍF 16 stig (10 dystir)
Kyndil 14 stig (9 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
H71 12 stig (9 dystir)
Stjørnan 8 stig (9 dystir)
StÍF 4 stig (10 dystir)
VB 0 stig (9 dystir)

Okkara-deildin: 
(20.00): H71 - VÍF
             Kyndil - Team Klaksvík

Filip Jojic hevur gingið á odda hjá vestmenningum í ár, og nú bjóða teir í gulum og bláum av í oddinum. Uppgávan hjá VÍF í kvøld verður ógvuliga trupul, tí H71 sær krútsterkt út, og hoyvíkingar kunnu økja um munin.

Kyndil hevur havt tað trupult í kappingarárinum og tekur í kvøld móti Team Klaksvík, ið einki stig hevur.

Støðan: 
H71 14 stig (8 dystir)
StÍF 13 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
VÍF 12 stig (9 dystir)
KÍF 9 stig (9 dystir)
Kyndil 4 stig (9 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (9 dystir)

Vit hava myndir frá dystunum í kvøld og taka samanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder