Fótbóltur

Økslin hjá Peturi forðar fyri landsdysti

- Eg fokuseri uppá at verða 100 % til reiðar til komandi uppgávurnar við NSÍ og U21-landsliðnum, sigur Petur Knudsen. Málverji hevur eisini givið avboð.

Petur Knudsen fekk skaða í økslina í dyst móti HB í Gundadali tíðliga í ár. Skaðin plágar enn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Petur Knudsen fekk skaða í økslina í dyst móti HB í Gundadali tíðliga í ár. Skaðin plágar enn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-04 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár bar FSF boðini um, at málverjin Rói Zachariassen og miðvallarin Petur Knudsen høvdu givið avboð til U21 landsdystin móti Kasakstan, sum verður á Svangaskarði hósdagin. Tað eru skaðar, ið leggja teimum meinbogar í vegin.

Rói hevur verið fastur maður hjá EB/Streymi fyrsta parin av árinum, eins og hann var alt seinasta kappingarár. 20-ára gamli málverjin hevur tó mist tríggjar útav teimum seinastu fýra dystunum, og hann er ikki tøkur til dystin hósdagin. Rói Zacharassen upplýsir, at talan er um skaða í lærkrikanum. Hann vónar at verða til reiðar aftur um tríggjar vikur. Harvið bendir alt á, at Silas Eyðsteinsson, ið er fyrsti málverji hjá 07 Vestur, verjir málið hjá Føroyum á Svangaskarði.

Tað var ilt at siga, áðrenn avboðið kom, tí seinastu undankapping var Karstin Hansen fyrsti málverji tað mesta av kappingini. Málverjin hjá Skála er ov gamal til U21 hesa undankappingina og er nú á A-landsliðnum. Silas var við sum eykamálverji onkrar dystir í seinastu undankapping men hevur ikki spælt ein landsdyst í fimm ár, og Rói spælir til dagliga í Betrideildini. Bárður á Reynatrøð úr Víkingi er úttikin ístaðin fyri Róa; hann er til dagligt málverji á 1. deildarliðnum og eykamálverji hjá besta liðnum. 

Les eisini: Misjøvn úrtøka í byrjanardystum hjá U21

Um hugt verður eftir nøvnunum á teimum, ið eru umkring U21-landsliðið, so eru fleiri spennandi har. Ein av teimum, ið hevur gjørt nógv um seg í Betrideildini, er Petur Knudsen. Hann er nú fastur fúsur á besta liðnum hjá barndómsfelagnum á fjórða árið og er við sínum teknisku evnum, sínum kvikleika og snildi, sínum góða høgra beini og spælskili við í nógvum málum hjá teimum gulu og svørtu. Hann var ikki fastur leikari í seinastu undankapping, har hann var millum teir yngru, men hann hevur leikt seks U21 landsdystir. Petur hevur allarhelst byrjað í dystinum um hósdagin, um hann var tøkur, og kundi við sínum dygdum fingið ein umráðandi leiklut móti Kasakstan

21-ára gamli leikarin sigur við Portalin, at talan er um ein afturvendandi skaða, ið darvar: 

- Orsøkin til at eg ikki eri við hesaferð er fyribyrgjandi. Økslin hjá mær er ikki 100% í løtuni

Petur fekk ein skaða í 2. umfari móti HB. Hann hevði skorað tíðliga í dystinum, men varð skiftur út seint í dystinum, eftir at hann meiddi sær økslina eftir nærdyst. Álopskendi leikarin var síðani úti í fýra dystir, síðani spældi hann tríggjar dystir á rað, har hann skoraði tvey mál og var við í nógvum hjá NSÍ, sum hevur viðgongd í løtuni: 

- Tað var næstan heilt gott, men síðani lendi eg á økslini aftur móti AB (í 9. umfari, red), og av tí noyddist eg sita uttanfyri ein dyst aftur.

Hann hevur leikt í teimum báðum seinastu dystunum, men tað er framvegis ikki heilt gott hjá NSÍ-leikaranum, ið nú fer at hvíla og gera seg til reiðar til avbjóðingarnar, ið eru fyri framman: 

- Eg fari at royna at fáa tað so gott sum møguligt, soleiðis at eg eri 100% klárur til Europa League, seinnu hálvu og komandi U21 landsliðs uppgávurnar.

Petur Kundsen sigur, at hann møguliga er tøkur til koamandi dyst hjá NSÍ, ið er ímóti AB um ellivu dagar, men at tað er óvist. Arnbjørn Svensson úr Víkingi er eitt ár yngri enn Petur og avloysir hann í hópinum. Arnbjørn hevur skorað tvær ferðir fyri Víking í Betrideildini í ár.  

Føroyski hópurin: 
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Daniel Johansen, HB
Pætur Hentze, NSÍ
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclassen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)
Arnbjørn Svennsson, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)
Gilli Samuelsen, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur

Fyrsta bríksl hósdagin er klokkan 17.00. Tað er ókeypis atgongd til dystin. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder