Hondbóltur

OL-hondbóltur (menn): Danmark skal í OL finalu móti Týsklandi

Eftir tepran 31-30 sigur á Slovenia í gjár, er danska hondbóltslandsliðið hjá monnum fyri triðju ferð á rað í OL finaluni.

Mikkel Hansen og liðfelagar hansara eru her í sigursróma, sum teir hava stóran møguleika fyri at enduruppliva í morgin. (Savnsmynd: EPA)

Mikkel Hansen og liðfelagar hansara eru her í sigursróma, sum teir hava stóran møguleika fyri at enduruppliva í morgin. (Savnsmynd: EPA)

2024-08-10 15:11 Author image
Áron Vest
placeholder

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum spældi ein sera tættan EM-dyst móti Slovenia í januar í ár. Í gjár megnaði danska hondbóltslandsliðið við eymk og fret at vinna á hesum sama liði, og harvið tryggja sær finalupláss.

Týskland óvæntað í finaluni
Fyri hondbóltsáhugað er tað heldur óvæntað, at Týskland eru í finaluni.
Hvørki veddingarfyritøkurnar ella hondbóltsáhugað sum heild, høvdu sæð tað komið. Við 25-24 sigri á Spania í hálvfinaluni, fingu teir vunnið sær sæti í finaluni.

Andreas Wolff, málmaður á týska landsliðnum, spældi ein ótrúliga góðan dyst. Hann hevði 22 bjargingar í hálvfinaluni móti Spania.
Hann skrivaði undir sáttmála við THW Kiel í Bundesliguni fyri góðum mánaða síðani, har hann áður, í 2016 til 2019, hevur spælt. Hetta er sama lið sum Elias á Skipagøtu spælur við til dagligt - sostatt verða teir báðir liðfelagar eftir OL.

Legendur takka fyri seg
Mikkel Hansen, ið telist millum heimsins bestu hondbóltsspælarar, gevst fullkomiliga við hondbóltsítróttini, tá OL er liðugt. Hann vann heitið sum heimsins besti hondbóltsspælari í 2011, 2015 og í 2018. 

Danski málverjin, Nicklas Landin, hevur valt at steðga á danska landsliðnum, tá OL er liðugt. Hann heldur tó fram at spæla við Aalborg Håndbold. 

Sostatt er talan um eina heilt serliga OL finalu í hondbólti. Finalan byrjar klokkan 12:30 í morgin, sunnudagin 11. august.

Kringvarp Føroya vísur dystin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder